NSÍ dró tað longra stráðið í grannauppgerðini millum NSÍ og Skála í dag. NSÍ vann dystin 1-0 við máli frá Klæmint A. Olsen, sum kom um miðjan fyrra hálvleik.
Í samrøðu við Rás 2 eftir dystin, iðraði Skála venjarin, Eyðun Klakstein seg um, at Skála ikki fekk nakað burturúr í dystinum móti NSÍ í dag. Eyðun Klakstein kendi á sær, at hann og hansara menn kundu fingið størri úrtøku burturúr, soleiðis sum dysturin var.
Eyðun Klakstein rósar sínum monnum fyri arbeiðsinnsatsin, sum var góður gjøgnum allan dystin. Til ber at hoyra samrøðuna við Eyðun Klakstein við at trýsta á pílin undir myndini.










