Vit innflyta sum ongantíð fyrr

Prísurin á olju er farin til himmals og tað er ein dýr søga fyri okkum

Tað er rættilig gongd á innflutninginum til Føroya og tað eru ongantíð áður, at tað eru so nógvar vørur komnar inn um føroyskan bryggjukant, ella flogvøllin í Vágum, sum í ár.

 

Hagstovan hevur gjørt upp, at fyrstu níggju mánaðirnar í ár, frá januar til september, innfluttu vit vørur fyri 6,5 milliardir. Tað eru heili 8,9 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør. Verða skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin 11,6 prosent. Hagstovan sigur, at sostatt setir innflutningurin met, tí ongantíð áður hava vit brúkt so nógvan pening upp á innflutning, sum nú.

 

Men tað er ikki vist, at tað bara er tí, at innflutningurin er vaksin í nøgd. Talan kann vera um príshækkingar og tað er innflutningur av olju eitt dømi um.  Hesa seinastu tíðina er oljuprísurin hækkaður nógv, so hóast innflutningurin er minkaður nakað í nøgd, hava vit kortini 987,4 milliónir upp á olju og bensin hesar fyrstu níggju mánaðirnar í ár og tað eru heili 35 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.

 

Størsti vøksturin er í bólkinum maskinur og onnur útgerð til vinnuna. Har er innflutt fyri 749 milliónir og tað eru 207 milliónir krónur meira, ella 38 prosent meiri enn í fjør.

 

Annars hava vit eisini innflutt fyri heilar 1,418 milliard av vørum til beinleiðis nýtslu og tað eru 7,4 prosent meiri enn í fjør.