- Vit hoyrdu eitt nokso ógvusligt brumm

- Vit gjørdust nokso kløkk og hugsaðu, at tað kanska var ein gravmaskina, sum hevði koyrt inn í húsini, sigur Hjørdis Viberg um jarðskjálvtan í Grønlandi.

- Fyrrakvøldið um 21-tíðina hoyrdist eitt nokso ógvusligt brumm, og gløsini í skápinum klirraðu. Tað virkaði nokso ógvusligt.

 

Tað sigur føroyska kvinnan, Hjørdis Viberg, sum býr í Grønlandi og var stødd umleið 10 kilometrar eystan fyri, har jarðskjálvtamiðdepilin í Grønlandi var.

 

- Vit gjørdust nokso kløkk og hugsaðu, at tað kanska var ein gravmaskina, sum hevði koyrt inn í húsini, leggur hon aftrat.

 

Hjørdis Viberg sigur, at tey eru nokso von við smærri skjálvtar á leiðini, har tey búgva, men jarðskjálvtin í fyrrakvøldið var væl harðari.

 

Rás2 skifti í dag orð við føroysku kvinnuna um jarðskjálvtan í Grønlandi. Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini.