- Teir einastu av okkum, sum eiga rós fyri sítt avrik leygardagin, eru málverjarnir. Teir stóðu væl, hóast vit í verjupartinum als ikki hjálptu teimum.
Tað staðfestir vónbrotni Torvald Abrahamsen úr Kyndli. Hann sigur, at leygardagurin í øllum førum ikki var dagurin hjá teimum grønu.
- Nei, tað var tað so ikki. Neistin spælur væl, meðan okkara avrik er eyðmýkjandi. So fær ikki verið øðrvísi, sigur Torvald Abrahamsen, sum lovar, at Kyndil fær uppreisn í heimadystinum móti H71 komandi vikuskiftið.











