Vit hava virknasta og longsta arbeiðslívið - og ikki brúk fyri hóttanarpolitikkinum hjá høgrasamgonguni

Ofta býr fals undir fríum skinni má ásannast, tá man samanber føgur orð hjá høgrasamgongunar sosialpolitisku oddakvinnum við tann kalda hóttanar- og ræðupolitikkin móti núverandi og komandi eldri ættarliðum:

·      Pensjónsaldurin skal setast upp til 70 ár.

·      Privat eftirlønartrygging skal tvingast við lóg og troka samhaldsfastar almannapensjónir til viks.

·      Sambýlir og røktarheim skulu niðurlagast.

·      Og fíggjarliga ábyrgdin av eldrarøktini skal blakast út í ótryggleikans kommunala klútateppa. 

 

Ikki sakligar grundir fyri hægri pensjónsaldri

Tað er blivin politiskur prædikutekstur flestastaðni í Europa, at pensjónsaldurin má setast upp sum hyggiráð móti útreiðsluvøkstrinum av veksandi eldraættarliðum, samstundis sum færri verða í vinnuførum aldri.

 

Tó tað er út frá heilt øðrum veruleika enn okkara: ”OECDs ferske fremskrivninger viser at pensjonsalderen i snitt vil øke til 65 år i 2050” (tíðarritið Mandagmorgen.no).

 

Um vit samanbera við onnur lond í okkara heimsparti, eru ikki sakligar grundir fyri eini hækking av pensjónsaldrinum í Føroyum:

·      Onga aðra staðni er so lítil partur av fólkinum undir 67 ár pensjonistar

·      Vit hava longu sum er tann hægsta pensjónsaldurin.

·      Vit hava tann størsta partin av fólkinum, sum er virkin á arbeiðsmarknaðinum.

·      Onga aðra staðni er so stórur partur av tí eldra fólkinum so longi virkin á arbeiðsmarknaðinum.

 

Les alla greinina hjá Hans Paula Strøm við at Trýsta á fílin " Pensjónsaldur" niðanfyri.