FYRIBYRGING
Jón Brian Hvidtfeldt
Fyribyrgingarátakið hjá Bláa Krossi hevur millum annað heilsuverkið sum málbólk, og avvarandi landsstýrismaður heilsar átakinum vælkomnum.
- Vit hava í longri tíð saknað eina ítøkiliga ætlan fyri, hvussu vit kunnu fyribyrgja rúsdrekkanýtsluni. Her hava vit ein felagsskap, sum hevur gjørt eina ítøkiliga ætlan fyri, hvussu arbeiðið kann leggjast til rættis, og tí taki eg undir við tí av fullum huga, sigur Bill Justinussen.
Landsstýrismaðurin í familju- og heilsumálum fer beinan vegin at arbeiða fyri at tilfarið, sum Blái Krossur longu hevur gjørt, verður tikið við í arbeiði í viðkomandi økjum innan heilsuverkið, t.d. at læknar, ljósmøður, sjúkrasystrar og onnur kunnu nýta tilfarið í sínum arbeiði til at ráðgeva og vegleiða fólk.
Bill Justinussen vísir á, at landsstýrið hevur sett sær sum mál at stuðla átøkum, sum kunnu fyribyrgja rúsdrekkanýtslu, og tí metir hann, at landsstýrið eigur at økja um játtanina til endamálið. Hann metir, at hóskandi hevði verið at stuðla átakinum hjá Bláa Krossi, men hann vil tó einki siga um, hvussu nógv tað almenna eigur at lata til endamálið.
Átakið eigur ikki at steðga
Bill Justinussen sigur, at eftir hansara tykki eigur eitt tílíkt átak ikki at steðga eftir trimum árum.
- Vit verða ongantíð liðug við arbeiðið at fyribyrgja eitt nú rúsdrekkanýtslu, og tí haldi eg, at tiltakið eigur at verða í gongd alla tíðina, sigur Bill Justinussen.