Tað sigur Sjúrður Olsen, stjóri hjá Bygma Balslev.
– Teir sum arbeiða á timburgoymslu og teir, sum koyra vøru út, fara í verkfall, men øll onnur eru til arbeiðis sum vant, sigur Sjúrður Olsen.
Fólk, sum koma at keyp byggitilfar fáa tað, men mugu heinta tað sjálvi, sigur hann, tí teir menninir, sum vanliga finna tilfarið fram og teir, sum koyra út við vøru, verða ikki til arbeiðis.
– Tann stóra avbjóðingin hjá okkum er tó, at vit fáa helst onga vøru av kaiini og niðan. Vit innflyta millum 500 og 700 tons av tilfari um vikuna, so tað er ein stórur trupulleiki, sigur Sjúrður Olsen.
##med2##
Hann vísir tó á, at limirnir í Havnar Arbeiðarafelag, sum starvast hjá Balslev, fáa væl betri løn, enn sáttmálin sigur, og at allir menn í førstu starvi hjá Balslev eru fasløntir. Hann heldur tí, at tað átti at verið tikið við, tá ein slík støða er.
##med3##