Í blaðnum leygardagin var prát við Pál Weihe, læknastjóra, sum úr sínum sjónarhorni svaraði spurningum um sjúkrahúsverkið.
Sosialurn setti spurningar um sjúkrahúsverkið, út frá sera hugvekjandi og skilagóðum sjónarmiði, sum Eyðun Joensen, sálarfrøðingur á psykiatrisku deild, skrivaði í farnu viku.
Formaðurin í Sjúkrasystrafelagnum ger niðurstøðu í tí, sum læknastjórin segði, um at tað ikki var læknalig uppgáva at hava sjúklingar liggjandi á sjúkrahúsinum til røkt.
Røkt hevur ongantíð verið ein læknalig uppgáva. Bert sjúkrasystrar hava útbúgving í at veita sjúkrarøkt, sigur Joan Ziskason. Sjúklingar eru innlagdir vegna tørv fyri røkt, orsakað av skurðviðgerð, medisinskari viðgerð ella vegna sálarliga sjúku.
Formaðurin í Sjúkrasystrafelagnum finnist eisini at, at tá tosað verður um pening í sjúkrahúsverkinum, so er tað altíð um einstakan bráðfeingis tørv, men at tað ikki skal gloymast, at vit hava nógvar sjúklingar við kroniskum sjúkum og nógv, sum liggja at doyggja. Tey hava brúk fyri serligari røkt frá sjúkrasystrum.
Vánalig stýring
Hvussu er tín fatan av sjúkrahúsverkinum, út frá tínum arbeiði sum fakfelagsfólk?
Eg taki fult undir við tí, sum Eyðun Joensen skrivar í sínum sjónarmiði, at tað er svínarí á hvørjum ári at fáa ein jólapakka, serliga tá hugsað verður um, at orsøkin er vánalig stýring.
Eg skilji heldur ikki, at tá peningur er avsettur til ymsu endamálini, at eingin konto er fyri óvæntaðum útreiðslum, sigur Joan Ziskason.
Tey, sum sita vð fíggjarligu ábyrgdini, mugu býta peningin út soleiðis, at stovnað verður ein konto til óvæntaðar útreiðslur, sigur hon, og vísir til úttalilsini hjá Pál Weihe um málið, tá leiðslan á Landssjúkrahúsinum vildi lata pensionatið aftur, men trýst frá áhugabólkum og politikararunum gjørdi, at hetta ikki hendi, hóast leiðslan metti at hetta var ein loysn at spara, sum var at liva við.
Ongin sparing
Løgið, at nevna pensionatið í hesum sambandi, tí hetta er ein deild, sum gevur yvirskot. Henda ætlanin at steingja er gott dømi um, at ikki verður hugsað um brúkararnar í skipanini. Avleiðingin er, at júst hesi fólkini, sum hava brúk fyri tryggleika, ikki tola at verða flutt. Tey krevja enn meira medisin og røkt, um teirra viðurskifti verða órógvað.
Tað sparir ikki um útreiðslurnar, sigur Joan Ziskason, sum minnir á, at ikki bert á jólum verða deildir stongdar, men eisini í summarfrítíðini, og at ikki bert sjúklingar verða órógvarðir av hesum, men eisini sjúkrasystrarnar o.o. starvsfólk, sum mugu flyta við.
Eg havi varhugan av, at tey, sum stýra á Landssjúkrahúsinum, bert hugsa um at spara pening, og ikki taka fyrilit fyri sjúklingar - og als ikki starvsfólkunum, sigur formaðurin.
Vit hoyra altíð um vánaligu viðurskiftini á Landssjúkrahúsinum, men eru loysnir, sum kunnu bøta um hetta?
Orsøkin er m.a. at eingin starvsfólkapolitikkur er til á Landssjúkrahúsinum. Ein slíkur kundi annars givið tann rætta andan inni á stovninum. Eitt nú er stórur munur á at koma inn á sjúkrahúsið í Klaksvík og á Tvøroyri.
Tað kemst av, at starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum eru niðurslitin. Arbeiðsgleðin er burtur, tó so at onkur deild virkar væl, sigur Joan Ziskason.
Hon vísir á, at nøkur yvirordnað mál fyri alt Landssjúkrahúsið vanta: Sjúkrasystrastjórin, sum varð settur herfyri, er farin úr starvi,og eingin er komin í hennara stað.
Fyristøðukvinnan er flutt í annað starv, og eingin er sett fyri hana.
Nú er varafyristøðukvinnan sett í hennara starv, men hon hevur ongan avloysara, og situr uppá lænta tíð.
Leiðarin fyri Heimarøktina hevur sagt upp og fer í annað starv 1. oktober, og enn er ikki lýst eftir nýggjum leiðara.
Tað virkar sum er lítil virðing er fyri sjúkrasystraarbeiðinum í leiðsluni. Tað er eins og verður høvdið kappað av øllum, sum hevur við røkt at gera. Eg havi hug at at átala, at eingin nýggj leiðsla er sett fyri Landssjúkrahúsið, sigur Joan Ziskason.
Heldur tú hetta verður gjørt fyri at spara pening?
Nei,tað hugsi eg ikki. Eitt ella annað stað sita fólk og arbeiða í leiðsluni, sum ikki hava virðing fyri tí neyðuga í at hava sjúkrasystraleiðslu, ið bert hevur ábyrgd, men ongar heimildir. Spyr tú um hvør hevur ábyrgd, er torført at fáa skil á tí, sigur Joan Ziskason.
Spurd um ikki leiðslan kann svara tí, svarar Joan Ziskason við at seta spurnignin: - Hvør er leiðslan?
Ber til at samstarva sum fakfelagsleiðari, um eingin leiðsla er. Hava fakfeløgini ikki gjørt nóg mikið?
Jú, vit hava arbeitt fyri at bøta um viðurskiftini. Fyri sløkum tvemum árum síðan gjørdu vit uppskot til nýggjan bygnað.
Tað einasta, sum er hent síðani tá, er, at leiðari er settur fyri Landssjúkrahúsið, og at bygnaðarbroytingarnar hava bygt ein stóran yvirbygning omaná heilsuverkið, og hevur tikið fólk úr leiðsluni á Landssjúkrahúsinum yvir í Heilsumálastýrið.
Politikarar ongar reglur a halda seg til
Er tað ein vansi at politikarar og áhugabólkar leggja trýst á leiðsluna á Landssjúkrahúsinum?
Tað er ein dygd at hava áhugabólkar, sum arbeiða fyri sjúklingar, men tað er nógv fyri at hesir bólkar tala at, áðrenn nakað hendir, tá tey, sum arbeiða á Landsssjúkrahúsinum hava lærdóm og vitan um tørvin hjá einstaka sjúklinginum, sigur Joan Ziskason.
Hon heldur eisini, at tað er ein vansi, at ongin orðaður heilsupolitikkur er til, serliga tí landsstýrisfólkini í heilsumálum verða ofta skift út. Tey hava av góðum grundum ongar reglur at halda seg til.
Tá ein ávís peningaupphædd verður avsett á fíggjarlógina, áttu tey sum hava ábyrgd á Landssjúkrahúsinum at torað at víst politikararunum á, hvussu nógvan pening brúk er fyri. Annars kann landsstýriðfólkið ikki vita, hvat krevst, sigur Joan Ziskason.
Ber til at seta krónur og oyru á sjúku?
Í ein ávísan mun ber tað til, men tað er øgiliga torført. Eitt nú ber til at rokna út, hvussu nógvar starvsfólkalønir skulu til eina deild, men her spælir tað óvæntaða eisini inn, tí neyðugt kann vera við meira fólki enn ásett.
Eitt nú kann deild átta hava fleiri respiratorsjúklingar liggjandi. Tað krevur, at eitt starvsfólk er til hvønn sjúklingin. Fleiri skurðviðgerðir enn væntað, krevur eisini fleiri narkosusjúkrasystrar o.s.fr.
Er tað ómøguligt at skipa arbeiðið á Landssjúkrahúsinum?
Um vit høvdu eina leiðslu, við bæði sjúkrasystrastjóra og læknastjóra, sum saman tóku yvirordnaðu avgerðirnar, so hevði myndin verið ein onnur, sigur Joan Ziskason.
Kann Sjúkrassystrafelagið onki gera?
Vit vóru í stríði í 1996, har vit løgdu arbeiðið niður, men einki hendi kortini.Okkara primera uppgáva er at síggja til at sáttmálin verður hildin, og at gera vart við okkum sum fakfelag, men vit hava ikki leiðslurættin, tó at vit kunnu peika á brek, sigur Joan Ziskason, sum bert hevur alt gott at bera deildunum á Landssjúkrahúsinum í samstarvi við fakfelagið.
Er pláss fyri menniskjansligu umsorganini, tá tað so ofta verður sett niður á viðurskiftini á stovninum?
Mær er sagt, at sjúkl-ingarnir einki merkja, men eg havi ilt við at trúgva tí. Tað mugu innlagdir sjúklingar sjálvir svara fyri. Á slíkum arbeiðsplássi, sum hevur við sjúk fólk at gera, má verða pláss fyri starvsfólkunum soleiðis, at tey eisini kunnu hava umsorgan fyri hvør øðrum.
Hetta kundi verið øðrvísi, um skipaðaur starvsfólkapolitikkur var galdandi, sigur Joan Ziskason.
Fara til arbeiði
bert fyri at fáa lønina
Hon veit um nógvar sjúkrasystrar, sum bert fara til arbeiðis fyri at fáa lønina, men als ikki tí tey gleða seg at koma til arbeiðis.
Kortini liggur tað so djúpt í sjúkrasystrum, at tær hava ábyrgd fyri umsorganini og tí ikki vilja svíkja sjúklingin, men hinvegin førir tað eisini til strongd hjá steimum.
Hví er stríð og ófriður eitt afturvendandi fyribrigdi á Landssjúkrahúsinum?
Tá krubban er tóm, bítast hestarnir, men tað kundi verið umgingið, um partarnir tosaðu saman fyri at loysa trupulleikarnir.
Tað eru nógvir trupulleikar á Landssjúkrahúsinum, men flestu teirra eru í byrjanini smátrupulleikar, ið vaksa seg stórar, tí eingin ger nakað við málið, sigur Joan Ziskason.