Vit fingu lógina um sjálvbodna kommunusamanlegging í 2000, tá høvdu vit 48 kommunur. Ì dag 11 ár eftir hava vit 30 kommunur. Summi halda, at hetta er frálíkt, meðan onnur meta tilgongdina ganga alt ov seint. Sæð úr mínum sjónarhorni hevur tilgongdin verið alt ov sein og gongur hetta beint ímóti fakligum tilráðingum um hvussu ein slík tilgongd eigur at skipast og fremjast, serliga tí at so slepst undan óneyðugum íløgum, sum kundu verið betri gagnnýtt.
Hví eru vit ikki komin longur kann man spyrja. Tað einfalda svarið er, at vit føra ov lokalan landspolitikk. Tað vísir seg at vera lítil og ongin munur á kommunalpolitikkinum og landspolitikkinum. Hetta er ein sera óheppin konstellatión, tí tað er munur á kommunalpolitikki og landspolitikki. Kommunurnar hava ábyrgd at teimum lokalu viðurskiftunum, meðan løgtingið og landsstýrið hava ábyrgd av at føra landspolitikk, at lyfta hetta landið framá, gera neyðugar bygnaðarbroytingar, soleiðis at samfelagið alt mennist. Vit hava øll ábyrgd, men ábyrgdin er ymisk. Sum landspolitikarir hava vit skyldu til at tryggja eitt samfelag í menning, vit hava skyldu til at tryggja eitt rúmsátt vælferðarsamfelag, har viðurskiftini við borgaran eru skynsom, vit hava skyldu til at tryggja trivnað í hesum samfelagi og harvið fáa fólkatalið at vaksa. Men hvussu tryggja vit sum landspolitikarar at fjálga um hetta landið?, hvussu fáa vit vøkstur í hetta samfelagið?, hvussu fáa vit eitt attraktivt samfelag at búleikast í? Fáa vit hetta við status quo?, fáa vit hetta við at føra ein reaktioneran poltikk?, fáa vit hetta við ikki at vilja førka okkum nakran veg?. Tað einfalda svarið er Nei.
Við status quo fáa vit ein útjarðara sum spakuliga doyr, vit fáa ein útjaðara sum í longdini ikki er attraktivur fyri ung at búleikast í og meðan einasta staðið í landinum fer at mennast er miðstaðarøkið. Um man vil hesa gongd, skal man sjálvsagt lata standa til og vera ímóti eini og hvørjari broyting, men tað kann ikki vera rætt, at vit sum eru kosin at stýra hesum landi, skulu hava hetta sum okkara fremsta mál, og lata útjaðaran doyggja spakuliga og harvið gera hetta landið fátækari at búleikast í. Vit hava tí øll eina ábyrd, at lyfta í felag, at vilja í felag, at menna í felag, vit hava skyldu til í felag at finna fram til ta bestu loysnina fyri okkara borgarar og fyri okkara land.
6. novembur 2008, góðan mánað eftir at eg tók við sum landsstýriskvinna í innlendismálum, sendi eg út tíðindaskriv um: “Umskipan av kommunala geiranum” í tíðindaskrivinum stóð m.a. at farið var nú undir, at umskipa kommunala geiran. Mannast skuldi nevnd, sum í seinasta lagi á Ólavsøku 2009 skuldi vera liðug at gera uppskot til nýskipanir.
Ætlanin við broytingunum í kommunubygnaðinum var og er framvegis at geva øllum økjum í landinum møguleika fyri at mennast í javnvág.
Ætlanin við at umskipa kommunala geiran er, at henda tilgongd skal skunda undir at stovnseta burðardyggar kommunueindir, ið kunnu ganga á odda at tryggja eina framhaldandi menning úti um landið og tryggja, at menningin er kjølfest á staðnum heldur enn at verða stýrd úr erva av landsmyndugleikunum
Ætlanin við umskipanini er at flyta tey økir, sum kunnu flytast til kommunurnar, og soleiðis fáa eitt greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur.
Hetta greiða uppgávu- og ábyrgdarbýti skal byggja á tríggjar meginreglur:
Fíggjarliga ábyrgdin skal fylgja avgerðarrættinum
Uppgávurnar verða loystar, so tær eru fullgóðar samfelagsbúskaparliga, men so nær borgarunum, sum til ber
Uppgávur, ið verða lagdar til kommunurnar, skulu kommunurnar vera førar fyri at røkja sjálvstøðugt, og tað skal bera til at laga uppgávurnar til tann staðbundna tørvin
Fyri at hetta verður framt undir skipaðum viðurskiftum, er neyðugt at skipa tær kommunalu eindirnar soleiðis, at tær eru burðardyggar eindir, ið eru førar fyri at átaka sær uppgávur og umsita tær sjálvstøðugt. Gerast skal eisini ein ítøkilig raðfesting viðvíkjandi uppgávu- og ábyrgdarbýtinum. Neyðugt er eisini at hava eina kommunala fíggjarskipan, ið tryggjar, at kommunali geirin er gjøgnumskygdur.
Ætlan er, at kommunala umskipanin skal vera ein samlaður pakki hvørs endamál er at skipa eitt greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur, har kommunurnar skulu umsita tað, sum kommunalu eindirnar sjálvstøðugt eru førar fyri at umsita.
Eg bað nevndina gera uppskot um:
Kommunueindir, millumkommunal javningarskipan, raðfesting av greiðum uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur, blokkstuðul og eftirmeting
Nevndin skuld bera skjótt at. Ætlanin var at arbeiðið skuldi verða liðugt á ólavsøku 2009, men nakað seinkað fekk eg handa álitið “Kommunur, eindir og uppgávur” 9. Oktober 2009
Tað er nú 17 mánaðir síðan, at eg fekk handað álitið “kommunur, eindir og uppgávur, og er tað hetta álitið vit hava brúkt í politiska arbeiðnum. Politiskur fylgibólkurin hevur veruliga gjørt eitt megnar arbeiði, men tað eru nakrar knútar eftir enn at loysa m.a. sjálvur spurningurin um samanleggingina. Tað hevur staðið hart móti hørðum í 17 mánaðir um hetta skal gerast við lóg ella sjálvboðið, men tað er nakað sum bendir á, at vit fara at loysa hendan knútin. Politiski fylgibólkurin er mannaður av 2 umboðum fyri hvønn av samgonguflokkunum, av avvarandi landsstýrisfólkum, floksformonnunum og løgmanni. Harafturat eru 2 limir fyri hvørt av kommunufeløgunum við í arbeiðnum. Hvat viðvíkur talinum av kommunum eru tað sjálvsagt nógv uppskot, líka frá einari kommunu til 15. Vit hava øll okkara persónligu meining um hesi viðurskifti. Politiski fylgibólkurin hevur hildið seg til uppskotnu eindirnar í álititinum “kommunur, eindir og uppgávur”, sum er fakliga væl grundað. Ì løtuni sær út til at rímulig konsensus er um, at vit skulu hava 9 kommunur í Føroyum:
Tær 9 komandi kommunurnar
Norðoyar: Fugloyar, Viðareiði, Hvannasunds. Klaksvíkar, Kunoyar og Húsa kommuna
Eystur: Fuglafjørður og Eystur
Skálafjørðurin: Nes, Runavík og Sjóvar
Sundalagið: Eiðis og Sunda
Vestur: Vestmanna og Kvívíkar
Vágar: Vága og Sørvágur
Suðurstreym: Tórshavn
Sandoy: Skopun, Sands, Skálavík, Húsavík og Skúvoyar
Suðuroy: Hvalibiar, Tvøroyar, Fámjin, Hov, Perkeri, Vág og Sumba
Semja er um, at eldraøkið verður lagt út til kommunurnar at fyrisita tann 1 jan 2013.
Fólkaskúlin verður ikki lagdur út til kommunurnar í fyrsta umfari.
Tann fíggjarligi parturin verður viðgjørdur í løtuni. Kommunufeløgini hava fingið eitt fíggjarligt uppskot til viðgerar um hvussu eldraøkið kann fíggjast. Neyðugt er, at vit tryggja okkum breiða undirtøku millum kommunurnar á hesum øki
Ætlanin er sostatt at lógin um kommunusamanleggning, lógir sum staðfesta ábyrgdina á eldraøkinum og lógir um tann fíggjarliga partin verða lagdar samstundis fyri løgtingið í vár og í seinasta lagi á Òlavsøku.
Alfa og omega í øllum hesum er, at við størri eindum og veruligum kommunalum sjálvræði fáa kommunurnar møguleika til at disponera og raðfesta sínar uppgávur til fyrimunar fyri borgarin. Man kann siga, at jú minni eindin er, jú størri ávirkan hevur borgarin. Hetta er nokk so einfalt at siga, tí tað er samstundis neyðugt at hyggja eftir, hvat og hvørjar uppgávur er tað, sum borgarin hevur ávirkan á. Ì einari lítlari kommunu er nærleikin millum borgaran og politikaran tættur, men her er neyðugt at hyggja nærri eftir, hvørjar hesar uppgávur eru, og hvussu tyngdin er í hesum uppgávum. EG meti, at borgarin hevur størri ávirkan jú fleiri týdningarmiklar uppgávur liggja hjá kommununum t.d. fólkaskúlin og eldraøkið, sum í síðsta enda gevur borgaranum størri ávirkan.
Somuleiðis er tað eisini neyðugt at tryggja fólkaræðisligt gjøgnumskygni, tvs. at tað er greitt fyri borgaran, hvør veruliga hevur ábyrgdina á teimum ymsu økjunum. Sjálvt um lógarverkið sigur okkum, hvar ábyrgdin liggur, so er hetta langt frá líka greitt fyri borgaran. Vit kunnu taka eldraøkið sum eitt dømi. Her er lógarverkið so mikið fløkt, at tað er trupult hjá veljaranum at plasera ábyrgdina til eitt val, um man ynskir at vísa sína ønøgd ella nøgd við, hvussu økið verður umsitið.
Vit størri burðardyggum eindum fáa vit eisini sterkari fyristingar, ið kunnu tryggja borgarunum ta rættartrygd, hann eigur í einari og hvørjari saksviðgerð. Borgarin setir krøv til rættartrygd og fyristingarliga professionalismu í allari sakarmálsviðgerð og tað ber til at fáa hetta við størri kommunalum eindum.Við sterkari fyrisitingum skapa vit eisini áhuga hjá útbúnum fólkum at leita út til útjaðaran, og vil hetta fáa positivar ringvirknaðir á kommunueindina. Við størri kommunueindum fáa kommunuarnar eisini størri rásarúm til at raðfesta mentan, ungdómshús, tilboð til ung og eldri til tess at fjálga um trivnaðin á staðnum. Økt mentanartilboð er ein treyt fyri trivnaðin. Borgarar seta størri og størri krøv til trivnaðin á staðnum, og jú størri fíggjarligt rásarum kommunan hevur til tess at raðfesta trivnaðin, tess meira fjálgar man um borgaran og ger tað áhugavert at búleikast í kommununi.
Men um vit skulu fáa hetta framkomna vælferðarsamfelagið er tað neygugt, at vit kommunalt sum landspolitiskt arbeiða saman, at vit finna saman í semju um ein leist, sum kann lyfta hetta samfelgið framá. Megna vit ikki hetta, verður kommunumálið lagt í eina skuffu í innlendismálaráðnum, tí nú skal tað røkka ella støkka. Vit hava øll eina ábyrd av hesum máli, vit kunnu ikki bjóða okkara borgarum, at vit onki vilja gera, tað er beinleiðis ábyrgdarleyst og er ikki við til at byggja land. So lat okkum arbeiða í felag til frama fyri okkara borgarar og fyri okkara land.
Annika Olsen
Landsstýriskvinna í innlendismálum










