Vit hava álit á tykkum - saman skapa vit betri framtíð og eydnu

Nú er tann stundin komin...

Kæru føroyingar! Tit dugnaligu, virkisfýsu og hampuligu fólk; tað er nú vit skulu og mugu seta okkum mál fyri at hava fortreytirnar fyri at kunna fremja nakað sum helst í verki. Hetta hevur Tjóðveldi prógva ber til, tá ið fullveldissamgongan sat frá 1998 - 2004, har vit bygdu nýggjan bygning til Landssjúkrahúsið, vit bygdu Brimil, Teistan, Smyril, Vágatunnilin v.m.; og hóast risastór átøk og íløgur í føroyska samfelagnum spardi fullveldissamgongan uml. 2,7 mia. kr. Hetta megnaði Tjóðveldi saman við øðrum flokkum og prógvar hetta, at tað er einki galið við okkara politikki ella samstarvsevnum.
Og hvat er hent tey seinastu 8 árini, annað enn at uppsparingin er burtur og stórt hall er á fíggjarlógini? Næstan einki er bygt ella ment. ABC-samgongan er dumpa so dyggiliga eftir gott 7 árum. Hví geva hesum flokkum ein kjans aftrat, tí ið vit hava ein flokk sum Tjóðveldi, ið trýr upp á okkum og okkara tilfeingi og hevur prógva sítt politiska og hugsjónarliga virði?

Trúgv og dirvi
Vit trúgva upp á okkara ungdóm og teirra framtíð og vilja tí vísa teimum álit við møguleikum og íløgum. Vit trúgva á okkara vinnu og vilja tí menna hana, eins og vit vilja stuðla nýggjum hugskotum og verkætlanum. Tað skal løna seg hjá okkara arbeiðsfólki og handverkarum at arbeiða; lat ongan iva vera um hetta.
Um vit trúgva upp á fullveldi, sum eina virðiliga og ábyrgdarfulla tjóðarstøðu, so skulu vit eisini tora at loysa frá Danmark. Hetta fer at víðka okkara sjónarring, opna fyri nýggjum handli og øðrum gevandi samskifti, og tað fer at skapa virðing fyri okkum um allan heim og fer sostatt eisini at lata nýggjar dyr upp til frama fyri menning av okkara ungdómi, vinnu og tískil samfelagnum sum heild. Tann, ið einki torir, einki vinnur. Shakespeare segði tað meira listarliga og romantiskt: “Dirviloysingur, vinnur ei vakra kvinnu”.

Hvat vilt tú?
Tað, ið tú vilt, ber til; tað, ið tú trýr uppá, letur seg gera; tað, ið tú torir, megnar tú. Hetta hevur t.d. Pál Joensen víst okkum. Hví ikki læra av teimum, sum vísa, at tað ber til? Hví lurta eftir teimum, ið ikki trúgva, tora ella vilja verða sjálvbjargin, sum prædika ráðaloysi og vísa vantandi mátt og dirvi? Hvør tímir at fylgja veikum og uppsteðgaðum persónum? Hvør fylgir óttafullum generali út á stríðsvøll?
Vel dirvi heldur enn ótta! Vel møguleikar heldur enn forðingar! Vel blómandi búskap heldur enn blokkstuðul! Vel framtíð heldur enn fortíð! Vel Tjóðveldi!