Formaðurin í FSF sigur, at fótbóltssambandið hevur valt at seta ein útlendskan landsliðsvenjara, og treytirnar eru, sum tær nú einaferð eru.
Avmarkar møguleikarnar
Óli Holm ásannar tó, at tað setur nakrar avmarkingar, tá ið høvuðsvenjarin býr uttanlands og hjálparvenjarin sjálvur venur eitt 1. deildarlið, men hetta eru tær spælireglur, sum FSF hevur valt, og so kann man halda tað man vil, sigur formaðurin í FSF. Tó sigur Óli Holm, at kanska eigur man at umhugsa, um tað skal verða eitt setanarkrav, at venjarin skal búgva í Føroyum, meðan føroyska kappingin er í gongd.
Leiðslan í fótbóltssambandinum hevur fult álit á teir báðar Henrik Larsen og Jógvan Martin Olsen, og vit eru sannførdir um, at teir altíð taka teir bestu leikararnar út, tá ið landsliðið verður úttikið, sigur Óli Holm. Eisini heldur FSF-formaðurin, at hóast hjálparvenjarin ikki hevur møguleika fyri at ferðast runt og hyggja eftir dystum í bestu deildini, so kennir Jógvan Martin Olsen føroyskan fótbólt kanska betur enn nakar annar, og tí haldi eg ikki, at nøkur forðing er fyri, at hann er hjálparvenjari á landsliðnum, sigur Óli Holm.