Tað gongur framvegis væl hjá føroyingum. Í hvussu so er um vit hugsa um pengar.
Tey feskastu tølini vísa, at átta teir fyrstu mánaðirnar í ár, vóru lønargjaldingarnar í Føroyum 10% hægri enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Nýggjasta yvirlitið frá Hagstovu Føroya vísir, at frá 1. januar til 31. august í ár fngu føroyingar 3.142 milliónir í lønum.
Átta teir fyrstu mánaðirnar í fjør fingu vit 2.851 milliónir í løn.
Her er talan um útgoldnar A inntøkur. Arbeiðsloysisstuðul, almannaveitingar og annað, er ikki talt upp í.
Sostatt hava vit átta teir fyrstu mánaðirnar í ár forvunnið næstan líka nógv, sum vit gjørdu alt 1995, sum var ringasta kreppuárið, tá vóru lønargjaldingarnar í Føroyum 3.221 milliónir, ella bara 79 milliónir enn fyri átta teir fyrstu mánaðirnar í ár.
Taka vit so metárið 1989, vóru lønargjaldingarnar tað árið 4.432 milliónir.
Í høvuðsheitum kann sigast, at tað eru í framleiðsluvinnunum, at tann størsta framgongdin er, ímeðan tær almennu tænasturnar eru hækkaðar nógv minni.
Í tí, sum er framleiðsluvinnur burturav, fiskiskapur, fiskavirki, skipasmiðjur og ídnaður av alskyns slag, eru lønargjaldingarnar átta teir fyrstu mánaðirnar í ár hækkaðar 11%.
Í tí, sum kemur undir byggivinnuna, handil, flutning og ymsar tænastur, hevur vøksturin verið 13% átta teir fyrstu mánaðirnar í ár, afturímóti í fjør.
Hinvegin hevur vøksturin í almennum tænastum bara verið 6% hesa tíðina.
Sostatt sæst eisini, at ímeðan vøksturin í almennum tænastum hevur ligið rættiliga støðugt ímillum 6-8% tey seinastu fýra árini, hevur gongdin í framleiðsluvinnuni verið rættiliga skiftandi.
Frá 1997-1998 vuksu lønargjaldingarnar í framleiðsluvinnuni heili 15%, men frá 1998-1999 var vøksturin bara 3%. Síðani hevur vøksturin so aftur verið 11% átta teir fyrstu mánaðirnar í ár, afturímóti í fjør.
Í byggivinnuni, í handli og í tænastuvinnuni, hevur gongdin verið eitt sindur støðugari, har hevur vøksturin ligið ímillum 9 og 11%, men átta teir fyrstu átta mánaðirnar í ár var vøksturin 13% afturímóti tíðini frá januar til august í fjør.
Fiskimenn tjena mest
Tey nýggjastu tølini vísa, at ikki óvæntað kemur størsta íkastið til lønargjaldingarnar frá fiskimonnum.
Átta teir fyrstu mánaðirnar í ár fingu fiskimenn 517 milliónir í løn, afturímóti 482 milliónum í sama tíðarskeiði í fjør.
Næststørsti bólkurin er almenna fyrisitingin, sum betalti 476 milliónir í lønum átta teir fyrstu mánaðirnar í ár, afturímóti 434 milliónum í somu tíð í fjør.
Og Almanna- og heilsuverkið eigur triðja plássið við 372 milliónum í lønargjaldingum í januar til august í ár, afturímóti 347 milliónum í fjør.
Næststørsti bólkurin í privatu vinnuni er innan handil og gisting, har lønargjaldingarnar vóru 296 milliónir átta teir fyrstu mánaðirnar í ár, afturímóti 271 milliónum átta teir fyrstu mánaðirnar í fjør.
Men eisini í fiskivinnuni á landi, hevur talan verið um ein vøkstur, tí átta teir fyrstu mánaðirnar í ár vóru lønargjaldingarnar har 224 milliónir, aftur ímóti 196 milliónum í sama tíðarskeiði í fjør.
Ein góð ábending
Gongdin í lønargjaldingunum geva eina góða ábending um vøksturin í samfelagnum, tí lønargjaldingarnar verða mettar at verða umleið 65% av bruttotjóðarúrtøkuni.
Og í einum yvirliti, sum landsbankin hevur gjørt, sæst, at hesi seinastu árini hevur bruttotjóðarúrtøkan verið í 1995 5.322 mió, í 1996 5.738 mió, í 1997 6.167 mió, í 1998 6.959 mió og í fjør 7.503 mió.