Síðani 1992 hava fleiri samráðingarumfør verið millum donsku ríkisstjórnina og Føroya Landsstýri. Frá føroyskari síðu hava samráðingarleiðararnir verið fyrst Atli Dam og síðani Marita Petersen úr javnaðarflokkinum og nú Edmund Joensen úr sambandsflokkinum.
Tey fyrstu samráðingarumførini vóru ikki avtalað frammanundan. Boð komu nær sagt á náttartíð um at koma til samráðingarborðið á Christiansborg dagin eftir. Men hóast hetta, so møttu føroysku samráðingarfólkini og sótu við samráðingarborðið, sum ein maður. Úrslitini høvdu helst verið øðrvísi, og til størri gagn fyri føroyska samfelagið, um so var, at avtala varð gjørd um samráðingarnar í góðari tíð áðrenn, soleiðis at føroysku samráðingarfólkini fingu møguleika at brynja seg til hesar samráðingar við nágreinligum fyrireikingum.
Síðani Edmund Joensen tók yvir sum samráðingarleiðari hevur støðan verið øðrvísi. Nú hava danir boðað frá samráðingunum longu fleiri mánaðir frammanundan. Tað vil siga, at føroysku samráðingarfólkini hava fingið rímuliga góða tíð, til neyðugar fyrireikingar. Men hóast hetta, so hendi tað, seinast samráðingar vóru, at grindin gekk í fleiri bólkum tá farið varð til samráðingarnar. Onkur fór til samráðingarborðið við tí fyri eyga, at tann parturin av skuldini til ríkiskassan, sum stavar frá bankabjargingunum, skuldi strikast. Onkur annar við tí fyri eyga, at fáa rentufrítøku fyri tey lán, sum landskassin hevur hjá ríkiskassanum.
Eftir tí vit frætta, er heildarveitingin úr ríkiskassanum (blokkurin), høvuðsmálið á skránni til hetta samráðingarumfarið. Vit frætta eisini, at semja er ikki í samgonguni um, hvussu hetta mál skal loysast. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og fólkaflokkurin vilja at heildarveitingin skal kapitaliserast. Løgmaður og sambandsflokkurin vilja onga broyting. Ósemja er sjálvandi eisini um onnur mál í sambandi við komandi samráðingarnar. Tað er ikki bert ríkisumboðið, ið veit um ósemjuna, sum valdar í Tinganesi. Hetta veit Guð og hvør maður og hvørt mansbarn í Føroyum.
Spurningurin um at kapitalisera heildarveitingina úr ríkiskassanum hongur saman við spurninginum um at broyta ríkisrættarligu støðuna. Um heimastýrislógin verður avloyst av eini sjálvstýrislóg eigur spurningurin um at kapitalisera heildarveitingina at verða viðgjørdur í tí sambandinum. Sostatt er tað burturvið at tosa um kapitalisering av blokkinum nú. Hetta merkir kortini ikki at vit ikki eiga at samráðast við danir um heildarveitingina. Tað eiga vit avgjørt at gera og endamálið má vera at heildarveitingin hækkar.
Heildarveitingina úr ríkiskassanum fáa vit til fígging av ikki yvirtiknum málsøkjum. Hesin peningur er danski parturin av útreiðslunum til m.a. almannaverkið, heilsuverkið og skúlaverkið. Og hugsa vit um støðuna á almannaøkinum, heilsuøkinum og skúlaøkinum, so er ongin ivi um annað enn tað, at vit eru eftirbátar í mun til hin partin av ríkinum, og tí er tað avgjørt neyðugt at føroyska samráðingarnevndin fer til samráðingarborðið við nógvum og skilagóðum grundgevingum fyri, at heildarveitingin verður hækkað.
Eg skal ikki ráðgeva løgmanni og sambandsflokkinum. Heldur ikki fíggjarmálaráðharranum og fólkaflokkinum ella restini av landsstýrinum og samgonguni. Men eg veit hvat javnaðarflokkurin vildi gjørt í hesi støðuni, um hann hevði ta politisku leiðsluna, og tí stóð á odda fyri føroysku samráðingarnevndini í komandi samráðingunum millum landsstýrið og donsku stjórnina.
Fyri tað fyrsta høvdu vit greitt donsku stjórnini frá, at Føroyar eru eftirbátar á almannaøkinum, at fólkapeniónin í Føroyum er nógv lægri enn í Danmark og at støðan er tann sama tá talan er um aðrar sosialar pensiónir, eitt nú avlamispensiónina og um almannaveitingar yvirhøvur.
Fyri tað næsta høvdu vit greitt stjórnini frá, hvussu vánalig støðan er á heilsuøkinum, bæði tá talan er um sjúkrahúsverkið og heilsutænastuna annars. Sparingarnar á heilsuøkinum seinastu árini hava niðurpínt sjúkraviðgerð og sjúkrarøkt í slíkan mun at bæði viðgerð og røkt eru undir alt lágmark.
Fyri tað triðja høvdu vit greitt dønum frá, at á skúlaøkinum hava vit heldur onki at rópa hurrá fyri, hvørki tá talan er um bygningar og útbúgvingartilboð. Teir flestu skúlabygningarnir eru niðurslitnir orsakað av væntandi viðlíkahaldi seinastu árini. Og fyri at spara enn meira hevur landsstýrismaðurin í skúlamálum í fleiri ár roynt at niðurlagt skúlar.
Men javnaðarflokkurin stendur tíverri ikki á odda í hesum samráðingum. Tað ger sambandsflokkurin. Vit fáa so at vita hvat samráðingarleiðarin megnar, bæði tá talan er um at samansjóða føroysku sjónarmiðini áðrenn samráðingarnar, og tá talan er um at leggja tær røttu grundgevingarnar greitt fram fyri donsku stjórnina.
Spyrst onki burtur úr, kunnu vit staðfesta, at vit hava eina ódugnaliga politiska leiðslu. Eina leiðslu, ið eigur at verða úskift beinan vegin, ella sum maðurin segði, heldur í gjár enn í morgin ella ovurmorgin.
Klaksvík, 14. juni 1997
Vilhelm Johannesen