- Eg fegnist um allar tær fyritøkur, sum hava sítt virksemi í Fuglafirði. At hetta eru fjølbroyttar fyritøkur, sum framleiða til altjóða marknaðin, ger bara støðuna uppaftur betri. Tað er ein fyrimunur fyri vinnulívið, at øll eggini ikki eru endaði í einari kurv.
Tað sigur Magnus Midjord, formaður í vinnunevndini hjá Fuglafjarðar kommunu, sum hevur gjørt av ikki at stilla upp aftur á kommunuvalinum 8. november.
Hann hevur sitið í Fuglafjarðar býráði seinastu átta árini og hevur eisini sitið í tungum nevndarsessum, bæði skeiðini sum limur í fíggjarnevndini og vinnunevndini og seinastu fýra árini sum formaður í vinnunevndini. Hesi átta árini hevur hann sitið bæði í minniluta og í meiriluta í býráðnum.
- Hetta hevur verið ein ógvuliga spennandi, men eisini krevjandi tíð, sigur hann.
Tað er eingin loyna, at Magnus Midjord hevur verið ein av talsmonnunum fyri teimum útbyggingum, sum eru framdar á havnalagnum í Fuglafirði.
- Nógva vinnulívið í Fuglafirði krevur eina kolosala orku, og nýggj háspenningin er løgd av landinum hinu megin og inn á Pelagos, haðani háspenningin eisini verður løgd heim á nýggja bingjuøkið, sum vit fáa millum bygningin hjá Bergfrost og Havsbrún.
Í tíðini, meðan Magnus Midjord hevur verið virkin í Fuglafjarðar býráði, hevur Fuglafjørður eitt nú fingið uppsjóvarvirkið, Pelagos, sum í vertíðini hevur arbeiðið til nógv fólk, og Havsbrún hevur bygt goymslubygning, goymslutunlar og byggir nú enn ein stóran goymslubygning.
Trolvirkið Vónin fer at byggja velduga stórt virki heilt úti á havnalagnum og hevur selt sínar ognir inni á havnalagnum til Framherja. Framherji eigur í Bergfrost, sum hevur tríggjar frystitunlar og skjótt fær tveir frystitunlar aftrat.
- Jú, her er nógv vinnuligt virksemi og nógv arbeiði í Fuglafirði annars, og dagliga koma eini 200-300 fólk úr øðrum økjum til Fuglafjarðar at arbeiða. Her er nógv meira arbeiði enn til okkum fuglfirðingar, og vit fegnast um at kunna bjóða fólki úr øðrum økjum at arbeiða hjá okkum, sigur Magnus Midjord, sum nú fyribils gevst í kommunalpolitikki.