Vit halda okkum til verandi avtalu

Fólkaflokkurin í Klaksvík fer at halda seg til ta gjørdu avtaluna við Tjóðveldisflokkin, sum varð gjørd fríggjanáttina

Klaksvík:
Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum sigur, at hann fekk eina uppringing fríggjakvøldið, har boðið varð honum og restini av floksumboðunum at koma til samráðingar um at skipa samgongu í Klaksvíkar kommunu komandi fýra árini. Jákup Mikkelsen sigur, at hann svaraði tilboðnum beinanvegin í telefonini, har hann segði, at Fólkaflokkurin hevur gjørt eina avtalu við Tjóðveldisflokkin, og at tey fara at halda seg til hana.
? Tað bleiv sagt, at eg kundi fáa meira enn eg havi við verandi avtalu, men eg eri púra avkláraður við ta avtaluna, sum vit hava gjørt við Tjóðveldisflokkin. So óansæð hvussu freistandi ein borgarstjórasessur kann vera, so hevði eg ikki kunnað livað við at fingið hann, tí eg valdi at leypa frá einari aðrari avtalu, sigur Jákup Mikkelsen púra avgjørdur.
Er tað ein samdur Fólkaflokkur, sum hevur tikið hesa avgerðina?
? Eg havi ikki tikið tað upp við hini, men eg eri sannførdur um, at tey eins og eg ikki vilja leypa frá einari gjørdari avtalu.
Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin skuldu fara á fund mánakvøldið klokkan 19 at leggja eina arbeiðsætlan fyri komandi fýra árini og at manna tær ymsu nevndirnar.