Jeanett Holm úr Havn og Elsa Gunnarsdóttir Sevdal úr Hvalvík eru báðar útisetar í Keypmannahavn, og í ár fara tær báðar at halda jól í íbúðini hjá Jeanett í Kaypmannahavn. Hetta kemst av, at tær báðar skulu arbeiða ímillum jól og nýggjár.
Elsa er stuðul hjá einum mannið, sum situr í koyristólið, og Jeanett, ið er fulltíðar lesandi, roynir at arbeiða so nógv sum gjørligt tá ið hon hevur fríð.
- Eg lesi til SOSU hjálpara, og í øllum ferium fáa vit eitt tilboð um at sleppa út at arbeiða, so tað er øgiliga ymiskt hvar vit vera send til, men alt er innanfyri sama økið, sigur Jeanett, sum í ár skal arbeiða á einum eldrasambýli á Amager.
Jeanett hevur vitað leingi at hon ikki kemur heim til Føroyar at halda jól, men hóast hon hevur verið fyrireikað upp á tað, so byrjaði hon veruliga at merkja longsulin eftir familjuni har heima.
- Tað byrjar at blíva eitt sindur einsligt, og eg leingist eftir familjuni, tí hetta er jú nemliga tíðin har man er saman við familjuni, sigur Jeanett, og leggur afturat, at hon helt víst fer heim á jólum næsta ár, so hon orduliga kann koma í jólastemning.
Spurd um, hvat hon fer at sakna viðjólunum heima í ár sigur Jeanett at hon heilt víst fer at sakna tær traditiónirnar, sum tey hava í hennara familju, og so sjálvandi tann føroyska matin.
- Eg fari at sakna at fara í kirkju jólaaftan og heilsa uppá øll fólkini úr bygdini, og síðan at eta døgurða hjá ommuni ella einum av fastrunum á einum av jóladøgunum, sum vit plaga. Og ikki at gloyma ræstkjøt 2. jóladag, sigur Jeanett.
Hóast Jeanett ikki sleppur heim til tað ræsta kjøtið í ár, so ætlar hon sær ikki at missa allan tann føroyska matin.
- Eg havi planir við nøkrum føroyskum vinkonum, sum eisini halda jól niðri, at vit fara at eta ræstan fisk saman 1, ella 2 jóladag, so eg fái í øllum førum ein deiligan føroyskan døgurða, og tað er nokk tað tættasta eg komi uppá eina jólatraditión í ár, sigur Jeanett at enda.