Vit gleðast, dansa, kvøða og undrast

Vit gleðast

Tað var prátið um vistferðavinnu, sum fekk meg at frøðast. Elin Heinesen nevndi at ein stór avbjóðing lá fyriframman. Skuldu vit megna at bjóða teimum komandi ferðafólkunum eina uppliving, máttu vit bjóða teimum enn fleiri tiltøk. Helst skuldi tað vera okkurt, sum vit vóru góð til, og sum vit høvdu fingist við í fleiri hundrað ár. Tankar runnu fram fyri meg. Bátasmíð, seyðarakstur, bjargalív og ikki minst føroyskur dansur.

 

Vit kvøða og dansa

Eg eri virkin innan føroyskan dans, og havi tí eina føling við hvat hendir á hesum øki kring oyggjarnar. Satt at siga er støðan heldur vánalig. Sláið Ring, væl stuðla av limafeløgunum, hevur roynt at bjarga einum neista, men tungt er. Játtanin, tær 90.000 krónurnar, Sláið Ring fær frá landinum at bjarga kvæðunum og dansinum við, røkka ikki langt.

Vónin um at fólkaskúlin tekur hond um dansin, er við at hvørva, tí á skúlunum finst nærum einki tilfar at undirvísa við. Tað tilfar, sum er fingið til vega, er ein hjálp hjá teimum lærararum, sum hava røtur í dansinum. Hinir, sum ikki kenna til føroyskan dans, megna ikki at geva næmingunum eina holla undirvísing við núverandi tilfarið. Her stendur ikki væl til. Tí var eg so sera glaður, tá Elin Heinesen leitaði eftir einum menturnarøki, har vit eru tey bestu og hava hundra ára royndir. Lat okkum bjarga dansinum, kvæðunum við at "brenda" tey. Lat okkum verja dansin soleiðis, at hann kemur okkum øllum til góðar. Lat okkum menna dansin, so hann kann stiða vistferðavinnuna m.a. á útoyggj. Eg síggi fyri mær ein møguleika at menna útoyggjarnar, smábygdirnar, føroyska dansin, kvæðakunnleika, vistferðavinnuna og Føroyaland. Eg eri eingin reklamuleyva, men í mínari verð, er føroyskidansurin eitt megnaramboð, tá talan er um vistfrøðiliga ferðavinnu.

 

Vit undrast

Síðsta leygardag var aðalfundur í Sláið Ring. Fundurin var góður og gevnadi, men øll undraðu seg yvir, hví eingin av okkum hevði fingið innbjóðan til ferðavinnutiltakið, sum var í Norðurlandahúsinum, sama dag. Er føroyski dansurin og kvæðamentan okkara ikki brúkbar tá talan er um vistferðavinnu?.

Í menturnartíðindunum fríggjakvøldið 16. nov tók Elin Heinesen so ramliga til "Vit skulu hava samstarv, samstarv, samstarv". Lat okkum við samstarvi bjarga føroyska dansinum, menna útoyggjarnar og leggja lunnar undir vistferðavinnu í Føroyum. Vónandi setur Samvit seg í samband við Sláið Ring - landsfelag føroyskum dansi at frama, í nærmastu framtíð.