-Vit gleða okkum til Føroyar

Hesi orðini eigur Shane Filan, ið er ein av oddamonnunum í Westlife, sum Rás2 í morgun fekk orðið á. Summarfestivalurin kunngjørdi í morgun, at høvuðsnavnið á ársins festivali verður eingin annar enn heimskendi poppbólkurin Westlife. Westlife er tann tónleikabólkurin, sum hevur selt flest fløgur í heiminum seinastu 10 árini - og teir fara í summar at framføra á Vágsbøi.

 

-Vit vita, at vit hava nógvar fjepparar í Føroyum, og hava leingi prátað um at fara til Føroyar, og nú fingu við umsíðir møguleikan, sigur Shane Filan við Rás2, sum í hesum døgum sendur beinleiðis úr London.

 

Summarfestivalurin hevur undanfarnu ár bjóðað vælkomin til fleiri heimskendar bólkar, men neyvan er nakar, ið er eins stórur í metum sum Westlife.

 

-Føroyingar kunnu vænta ein stóra konsert í summar. Vit hava ein stóran bólk við og fara at framføra okkara størstu hitt, sigur Shane Filan við Rás2.