Tað er okkurt, sum bendir á, at tað verða tvey óvæntaði nøvn við frá byrjan, tá Føroyar í annaðkvøld taka móti Armenia í Nations League. Talan er um liðfelagirnir úr B36, Jann Benjaminsen og Hannes Agnarsson.
Felags fyri teir báðar er, at landsliðsmøguleikarnir hava verið fáir. Jann Benjaminsen hevur spælt ein dyst frá byrjan. Tað var í Baltic Cup í summar móti Lettlandi. Hannes Agnarsson hevur spælt sjey landsdystir, men ongan frá byrjan.
Á tíðindafundinum í dag vóru eisini tekin um, at Bárður á Reyntrøð fær afturval millum stengurnar til dystin móti Armenia. Håkan Ericson nevndi at Teitur M. Gestsson hevði vant við eitt sindur av órógvi, og at Mattias H. Lamhauge vantar dystarvenjing í løtuni. Hann legði tó upp fyri, at tað er ikki vist at Bárður á Reynatrøð stendur báðar dystirnar.
Um Jann Benjaminsen byrjar inni í annaðkvøld, so er tað sum høgri bakkur. Sagt verður, at Armenia líkist Norðurmakedónia. Tí er mest sannlíkt, at tað verður ein 4-1-4-1 uppstilling. Helst kemur Odmar Færø inn í miðverjuna, nú Hørður Askham ikki hevur vant í vikuni og Samuel J. Chukwudi hevur givið avboð. Síðani er tað Andrias Edmundsson og Viljormur Davidsen. Teir spæla regluliga.
Á miðjuni eru nøkur ivamál. Millum annað René Shaki Joensen, sum ikki hevur vant fult. Tí er meira sannlíkt, at Gunnar Vatnhamar byrjar á verjukenda miðvøllunum við Hanusi Sørensen og Sølva Vatnhamar frammanfyri seg.
Passar tað, at Hannes Agnarsson byrjar, so er tað helst á høgra miðvøllinum, meðan Meinhard E. Olsen er komin í umdreiningar aftur og spælir á vinstru. Sannlíkt verður Jóan Símun Edmundsson eisini við frá byrjan.
Á tíðindafundinum tosaði Håkan Ericson um liðið, sum byrjar, og liðið, ið endar dystin. Stemmar liðið, so er sannlíkt at spælarar sum Adrian Justinussen, Jónnes Bjartalíð, Brandur Hendriksson og Petur Knudsen koma á vøllin, um vit mangla eitt mál ella eru nær við.
Vit gita: (Føroyar 4-1-4-1)
Bárður á Reynatrøð – Jann Benjaminsen, Odmar Færø, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Gunnar Vatnhamar – Hannes Agnarsson, Hanus Sørensen, Sølvi Vatnhamar, Meinhard E. Olsen – Jóan Símun Edmundsson