Tað ljóðar, at Víkingur í næstum fer at fáa tveir miðverjar úr Nigeria. Enn hevur ikki eydnast at fáa navnið á teimum, men sum skilst er sáttmálin við annan upp á pláss, meðan arbeitt verður við at fáa sáttmálan við hin upp á pláss í vikuni.
Les eisini: Verjan hjá Víkingi er bara hálv
Víkingur hevur seinastu nógvu árini havt ein trygga verju, har Atli Gregersen, Erling Jacobsen og Hans Jacobsen hava spælt øll árini, meðan Bárður J. Hansen (NSÍ) og Gert Hansen hava spælt á høgra bakki.
Til komandi kappingarár verður verjan í nýggjum hami. Erling Jacobsen siglir úti í samband við útbúgving, og tekur onga avgerð fyribils. Tað hevur hann sagt við millum annað Norðlýsið og Rás2 í leypi av vetrinum.
Les eisini: Íslendingur royndarvenur við HB
Gert Hansen hevur eisini sagt við In.fo, at hann er ivasamur til byrjanina komandi kappingarár, tí hann hevur ein skaða í knænum. Nú er líkt til at avloysarnir verða tveir verjuspælarar úr Nigeria. Fyribils verður sagt, at annar hevur royndir úr næstbestu deildini í Portugal.
Les eisini: B36 fingið áleypara úr Estlandi
KÍ hevur seinastu dagarnar fingið tríggjar nýggjar útlendskar spælarar, meðan HB hevur ein íslendskan miðverja til royndarvenjing. Somuleiðis hevur B36 tryggja sær fyrrverandi estiskan landsliðsspælara, sum avloysara fyri Patrik Johannesen.