Nógv bendir á, at Pætur Petersen komandi kappingarár spælir við HB. Fótfimi vongurin hevur í eina tíð verið settur í samband við meistaraliðið, sum leitar eftir breiddarspælarum til vengurnar.
Les eisini: HB er í samráðingum við Lasse
Hann hevur fyrr spælt við B36, men bleiv útleigaður til EB/Streym í fjør. Í ár skifti hann so til sundalangsmenninar, har hann hevur verið fastur partur av besta liðnum. 20 ára gamli vongurin hevur skotið seks mál í 23 dystum. Hann hevur eisini verið úttikin til U21-landsliðið, men er ikki við til dystirnar móti Danmark og Litava.
HB hevur longt við venjaran, Heimir Guðjónsson, meðan flestu av spælarunum hava longt sáttmálan fyri komandi kappingarár. Undantøkini eru danski miðverjin, Lasse Andersen, og íslendski stríðsmaðurin, Brynjar Hlöðversson.
Tað ljóðar eisini, at HB ætlar at fáa onkran profil inn á liðið afturat, hóast felagið vann meistaraheitið í stórum stíli. Komandi ár skal HB spæla í Champions League.









