Vit gita: Hetta verður liðið í Andorra

Tað eru ábendingar um, at tað verða fáar broytingar á liðnum, men at HB og KÍ fáa ein inn afturat

Í morgin, sunnudagin klokkan 14, skal Føroyar spæla sín annan dyst í Nations League kappingini á hesum sinni. Hetta verður somuleiðis annar dysturin undir leiðslu av nýggja venjaranum, Håkan Ericson.

Tað eru ábendingar um, at tað ikki verða so nógvar broytingar á føroyska liðnum til dystin móti Andorra. Vit gita, at Teitur M. Gestsson kemur at byrja í málinum fyri Gunnar Nielsen, sum er afturkallaður til Íslands, og Patrik Johannesen kemur inn fyri Meinhard E. Olsen.

Til fyrsta dystin valdi hann fleiri av teimum somu, ið spældu undir Lars Olsen. Tann mest óvæntaði í uppstillingini var Meinhard E. Olsen, sum undan dystinum bara hevði tvey innhopp á A-landsliðnum.

Á bonkinum vóru tó fleiri óroynd kort sum eitt nú Daniel Johansen, Heðin Hansen, Heri H. Mohr og Adrian Justinussen allir úr HB, Jákup B. Andreasen úr KÍ, Gunnar Vatnhamar úr Víkingi og til seinast kom kaninin úr hattinum, Andreas Lava Olsen.

Tað hevur ljóðað, at spælarar sum Daniel Johansen og Adrian Justinussen, sum hava U21-aldur enn, fóru møguliga at spæla dystin í Andorra, tí teir hava ein sereginleika við bóltinum. Tað tykist ikki so vist, at landsliðsvenjarin fer at skifta á fleiri plássum.

Vit gita:

Føroyar (4-3-3): Teitur M. Gestsson – Jóannes K. Danielsen, Heini Vatnsdal, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson, Hallur Hansson – Jóannes Bjartalíð, Patrik Johannesen, Klæmint A. Olsen