Í annaðkvøld klokkan 19.45 spældir Føroyar móti Malta á Tórsvølli í fyrsta landsdystinum í 2020. Hetta er eisini fyrstu ferð, at føroyska landsliðið spælir uttan liðskiparan Atla Gregersen, ið takkaði fyri seg í fjør. Í gjár kunngjørdi Håkan Ericson, at hann hevur ein spælara í tonkunum til liðskiparabandið.
Les eisini: Vit skulu ikki stressa við bóltinum
- Eg rokni við at vit avdúka tað í morgin. Spælarin, sum tit spyrja eftir, skal eg tosa við í dag og spyrja um hann hevur áhuga at verða liðskipari. Síðani skal eg tosa við Hans Erik (Danielsen, miðlamaður hjá Fótbóltssambandinum, blaðm), um hvussu vit avdúka tað. Antin verður tað seinni í dag ella til venjingina í morgin, segði Håkan Ericson við FM1 í gjár.
Les eisini: Spæla móti Malta í myrkri
Tað eru tvey góð boð upp á ein komandi liðskipara. Tey eru Gunnar Nielsen og Hallur Hansson, sum helst hevur munin. Hallur Hansson er liðskipari hjá AC Horsens og passar væl til profilin sum liðskipari. Hann gongur á odda bæði kropsliga og sálarliga til dyst og venjing. Hann spælir á miðjuni og hevur samband við allar partar á vøllinum. Hann spælir fast og hevur vunnið sær virðing millum viðspælararnar. Hallur Hansson er nokk besta boðið upp á ein liðskipara á føroyska landsliðnum.
##med2##
Hitt boðið er 33 ára gamli Gunnar Nielsen. Landsliðsmálverjin er ein royndur spælari, ið er avbera búgvin sum menniskja, eftir fleiri ár sum yrkisfótbóltsspælari og familjumaður. Hann leggur nógv fyri sum málverji, og tekur ábyrgd við at stýra og samskifta við hinar spælararnar. Hann er í so máta ein týpiskur málverji, men vasin er at hann stendur í mál. Tá hevur hann ikki samband við allar partar av vøllinum, og tað er eisini ivasamt um tað hevði broytt atburðin hjá Gunnari, um hann fekk liðskiparabandið.
##med3##
Av øðrum kunnu nevnast Odmar Færø, ið hevur verið liðskipari hjá B36. Aldursforsetin, 34 ára gamli Sølvi Vatnhamar, ið er varaliðskipari hjá Víkingi. Klæmint A. Olsen, sum er liðskipari hjá NSÍ og Jóan Símun Edmundsson, sum er okkara besti spælari, ið nú skal spæla í Bundesliguni. Eisini hevur Viljormur Davidsen verið liðskipari hjá Velje BK.
FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn frá landsdystinum móti Malta, sum verður hóskvøldið klokkan 19.45. FM1 byrjar at senda frá klokkan 15.
##ms##
##med4##