Tað var í Sosialinum mikudagin, at tíðindini bórust um, at Vinnumálastýrið hevði skift veitara innan fastnettelefoni. Orsøkin segðist at vera, at Føroya Tele ikki fekk høvi at bjóða eins stóran avsláttur orsaka av, at teir ikki hava nakra avsláttarskipan góðkenda av Fjarskiftiseftirlitinum. Vinnumálastýrið er heldur ikki nakað eindømi um onkran, sum hevur skift til Kall orsaka av teirra bíligu prísum.
Tað var eisini í sama blaðið, at Andras Róin úttalaði seg um, at hann sóknaðist eftir greiðum spælireglum.
Jógvan Thomsen heldur fyri, at greiðar spæligeglar eru á økinum. Hann ásannar, at tað er truplari hjá Føroya Tele ? teirri stóru fyritøkuni ? at koma við øllum upplýsingunum. Jógvan Thomsen vísir á, at teir spyrja tríggjar spurningar, men fáa bert svar uppá tveir. Hetta er eftir øllum at døma komið fyri fleiri ferðir.
Upplýsingarnir, sum Føroya Tele ikki hevur megnað at koma við, teir hevur Kall, sambært Jógvani Thomsen, ikki havt nakrar trupulleikar at lata Fjarskiftiseftirlitinum.
- Tað er lætt hjá Føroya Tele at vinna á kappingarneytanum, og okkara uppgáva er m.a. at skipa soleiðis fyri, at kappingin verður á jøvnum føti og fræls, sigur Jógvan Thomsen.
Hetta er fyri sovítt tað sama, sum Andras Róin eisini ynskti.
Seinasta útspælið í hesari søguni átti Fjarskiftiseftirlitið, tá teir góvu Føroya Tele boð um at koma við fleiri upplýsningum í sambandi við teirra seinastu umsókn um at fáa góðkenda eina avsláttarskipan.