Vit gera besta fongin, tá vit einki vita av

RøÐa fyri pedagogunum, Januar 2001

 

Pauli Nielsen




Góðu tit, sum nú eru búgvin at flúgva úr reiðrinum á Frælsinum.

Eg eri altíð eitt sindur errin, tá ið eg standi her ein dag sum henda.

Samstundis er tað eisini við eini ávísari bivan.

Errin, tí vit kunnu geva tykkum høvi til at fáa hasa útbúgving heima hjá okkum sjálvum.

Sum tit vita, er tað ikki so langt síðani, at tað ikki var gjørligt.

Bivandi, tí spurningurin: ?Hava tit nú fingið tey líkindi, sum skulu til, fyri at tit fús kunnu fara til verka, og hava tit fingið so gott í beinini, at tit áhaldandi kunnu manna tykkum í verki??

Eg kann bara svara mær sjálvum, at vit hava gjørt okkara allar besta, og at vit á Læraraskúlanum støðugt eru leitandi, til tess at menna okkum til uppgávuna í tíðini sum er, og í tíðini, sum kemur.

Føroya Læraraskúli er tað einasta, og tí eisini tað besta, ið vit eiga til hatta endamálið.

Bretski heimspekingurin R.S. Peters sigur onkrastaðni:

?Tann sum altíð má spyrja onnur, er ein bloyta, men tann, sum ongantíð spyr onnur um ráð, er ikki rættsiktaður.?

Soleiðis er eisini við útbúgvingum.

Her sum aðrastaðni mugu vit gera okkara egna eftir teimum viðurskiftum, sum eru her hjá okkum.

Men vit mugu eisini lata gluggarnar upp, læra av øðrum

Og geva teimum høvi at læra av okkum.

Í læraraskúlakantatuni sigur Heðin Brú tað so væl:


Ger ungdómin kunnan við fornan arv,

við tað, sum fedrarnar bar

? lat tíðina síðani leika á ?

tað haldgott fótfesti er.

Ungdómur er sum ungdómur var,

? men tíðin er køld og bráð ?

Gev honum bert trygt at standa á,

Og slái so gluggarnar frá.


Vís honum allan tann víða heim

Við ljósi og skuggarond;

Lat hann so taka tíðina

við fedranna royndu hond.

Várt egna er ikki nóg mikið

? bert støði at standa á ?

Vit eiga at læra av longri komnum

ihvar tað so kemur frá.


Innast inni snýr øll tráan okkara í lívinum seg um at duga at liva eitt gott og eydnuríkt lív.

Tað er einki at ivast í, at summi duga tað betur enn onnur. Hví so er hevur verið evni til umrøðu og undran allar dagar. Sjálvandi kunnu onnur gera okkum glað, men sum lívsgrundarlag dugir ikki at bíða eftir, at onnur skulu geva okkum eydnu. Tey, ið kenna kensluna av ?at hvíla í sær sjálvum? vænta ikki, at onnur ella nakar annar skal bera ábyrgdina fyri okkara lukku.

Vit hava sjálv ábyrgdina av okkara lívi, okkara tonkum, okkara hugburði, okkara virðum og hvussu vit liva og látast. Vit kunnu øll hjálpa og stuðla hvør øðrum í hesum lívslanga arbeiði, men høvuðsábyrgdin fyri okkara lívi liggur hjá okkum sjálvum.

Tílíkur hugsanarháttur liggur undir teirri lóggávu, sum vit nýliga hava fingið á smábarnaøkinum. Eins og tann lóggáva, ið vit hava um virki fólkaskúlans, er henda nýggja lóg ein virðiligur karmur um barnanna menning í tí skipaða karmi, sum samfelagið bjóðar okkara yngsta ættarliði.

Stutt sagt liggur undir hesi hugsan tann trúgv, at tá ið vit ?bera okkum sjálv uppi?, verður tað at kennast burtur úr vón og viti at ynskja ella vænta, at nakar annar skal bera okkum.

Tí er tað, sum vit herfyri hoyrdu í útvarpinum, uppafturtikið eftir danskar serfrøðingar, ið vilja hava fast skipaða undirvísing við børnum langt niður um verandi skúlaaldur, í kuldaskalvakendari andsøgn við tann anda og við ta fatan av frælsari menning, sum liggur undir lóggávu okkara.

Eg fari so inniliga at heita á tykkum, at taka andan í lóggávu okkara og tað, sum tit vónandi hava fingið heilt inn í bóðið her á skúlanum, við tykkum í øllum tykkara yrki, veri tað seg við fullførum børnum ella teimum, sum bera brek.

Eins og tað, ið vit hoyrdu framborið í Útvarpinum henda dagin, er so nógv annað, sum dregur frá, og vit, sum her á staðnum royna at taka hugmyndina um frælsa menning í lóggávuni fyri fult, kenna okkum av og á standa í tungari andstøðu við tey, sum áttu at skilt dýpdina í egnari lóggávu.

Íðiliga er at hoyra skiftandi politikarar siga, at nú skar strammast upp á Læraraskúlanum. Fyri stuttum var eg á rektarafundi á Flatlondum saman við danska kenslumálaráðharranum. Fyrstu ferð eg hoyrdi hana ? tá var hon nýggj í sessinum ? segði hon nakar, sum líktist hesum sama uppstrammingaraboðskapi ella boðum. Nú tók hon tráðin uppaftur og segði: ?Einki kann vera skeivari, tá ið tað snýr seg um menningarútbúgvingar sum pedagogútbúgving og læraraútbúgving. Tað havi eg lært hesi bæði árini í útbúgvingarpolitikki. Men fyri at vit, sum taka avgerðirnar sum polittikarar ella sum ráðharrar leggja upp til tær, skulu fáa fatur á tí, so mugu tit, sum sita í tí í gerandisdeginum, áhaldandi gera vart við tað. Sum tit vita, so kemur henda fatan ikki av sær sjálvum. Tykkara ábyrgd er at hava ta samrøðuna í gongd við myndugleikarnar, sum fær teir at skilja, hví tit gera sum tit gera.? So mikið danski kenslumálaráðharrin.

Bara tað, at skilja, at mátin, ið alt verður gjørt uppá, er innihald, líka so væl sum tey evni, ið vit takast við, er ikki sum at siga tað.

Her á Læraraskúlanum hava vit ikki dugað nóg væl at lata henda kunnleika um innastu náttúruna í okkara útbúgvingum til teirra, sum dagliga ráða yvir okkum og umsita okkum. Báðir partar eiga at gera sítt til at gera hetta betur. Tann positiva dialogin síggi eg fram til.

Einki kemur av sær sjálvum, og tað eru ikki øll, sum evna at seta navn á næsta nesið. Væl kundi verið at tit, sum í dag verða liðug, koma at seta sjónlig spor eftir tykkum í skúlans søgu. Frá fyrsta degi hava tit, meira áhaldandi enn onnur, tó at áskoðanin mangan hevur verið frammi, gjørt vart við, at navnið Føroya Læraraskúli sum felagsheiti hevur slagsíðu til aðra útbúgvingina. Hetta hava tit støðugt mint meg á hesi árini, tit hava gingið á skúlanum, og sum tit vita, eri eg ikki lagstur á boðini. Skotið er upp fyri myndugleikunum at geva skúlanum heitið Námssetrið ella Námssetur Føroya, og so at nýta navnið á ymisku útbúgvingunum sum undirheiti, eisini sjónligt á vegginum uttanfyri. Sum eg síggi er undirheitið longu komið. Felagsheitið, sum eg havi mælt til, kundi komið upp í sambandi við, at útbúgvingarstaðið fekk háskúlaviðurkenning. Mín hugsan er, at hetta hevði verið ein góð avgerð. Nú leggi eg tað fram fyri hesum almenningi.

Tit skulu vita, at eg haldi, at hetta er eitt sannleikans orð, ið tit hava lagt eftir tykkum, og sum tit kanska vita, so kann eitt sannleikans orð broyta allan heimin, skulu vit trúgva einum av teimum gomlu frígerandi pedagogunum, Paulo Freire.

Í onkrum av teimum bókunum, har tú kanst finna eitt gott orð til hvønnn dagin í árinum, fann eg hetta orðið, sett til dagin í dag.

Leita ikki eftir trupulleikunum.

Lat teir leita eftir tær.

Eitt gott orð á leiðini, nú tit fara út í eitt tað týdningarmesta yrkið í samfelaginum.

Eitt gott lív í pdagogiskum arbeiði er heldur eingin sjálvfylgja, men tað hjálpir stórliga at taka avgerð um at liva tað góða pedagogalívi. Starvi er ein avbjóðing hvønn dag, men fá yrki í heiminum munnu, tá ið væl veit við, geva so nógv sum tað. Havi tí møguleikarnar í starvinum fyri eyga, sama hvat ið leikar á.

Christian Matras skal fáa síðsta orðið. Tað er um opna sinnið í frælsari hvíld.


Vit gera bestan fongin,

tá vit einki vita av,

tá drýpur í várt minni,

tað løtan óvart gav,

so vellir tað umsíðir,

sum sevja upp í strá,

og ger várt lív í evstum,

ov frítt at fara frá.


Hjartaliga til lukku.