-Vit finna okkara spæl

Eftir dystin fingu vit orðið á málverjan hjá Kyndil, Lars Black. Hann helt at menn vóru meir uppsettir í dag, og at liðið spældi upp á egnar fortreytir.

-Munurin á liðunum er at kalla eingin í fyrra hálvleiki. Eg haldi kanska, at vit spæla heldur betur, men støðan er jøvn, tá vit fara til hálvleiks. Í seinna hálvleiki haldi eg tó, at vit eru meir tendraðir enn KÍF. Vit finna okkara egna spæl fram, og so duga vit at straffa KÍF, tá teirra spæl ikki koyrir so væl. Harafturat haldi eg, at verjan var sera góð í seinna hálvleiki, og nú byrja vit spakuliga at kenna Kyndil aftur.