Vit fingu nakrar gávur

EB/Streyma spælarin Arnbjørn Hansen ivast ikki, tá hann verður biðin um at viðmerkja dystin móti HB í gjár.
- Vit vóru væl betri enn teir. Serliga tí at teir snøgt sagt ikki spæla ov væl, og so fáa vit eisini fleiri gávur, sum bara ger tað lættari hjá okkum.
- Fyrsta málið var ein rein gáva, næsta málið er tað, sum altíð kann henda við hornaspark og triðja mál var enn ein gáva frá HB, sigur trífaldi málskjúttin Arnbjørn Hansen.
Arnbjørn hevur tó ikki stórvegis hug at tosa um sítt egna avrik.
- At skora mál er altíð gott, kanska serliga í einum dysti sum hesum, men annars haldi eg ikki tað var nakað serligt. Eg kann bara staðfesta, at tað gongur væl hjá liðnum, og ein av fremstu orsøkunum til tað, er góða samanhaldið á liðnum, sigur Arnbjørn Hansen at enda.