Vit fara ikki at taka ímóti flóttafólkum. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og formaður í Sambandsflokkinum.
Á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum, royndi hann at kyrra sínar floksfelagar á hesum øki.
– Bara rólig, eg fari ikki at eksperimentera við føroyska samfelagnum, gjørdi hann greitt á landsfundinum.
Spurningurin, um Føroyar skulu taka ímóti flóttafólki ella ikki, er ein spurningur, sum tekur segu upp av og á – og tað er eisini ein spurningur, sum kloyvir tjóðina í tvey.
Spurningurin hevur aftur verið frammi nú í kjalarvørrinum á syndarligu støðuni í Afghanistan, har Taliban hevur tikið ræðið. Hetta kann elva til ein flóttafólkastreym móti Evropa og tí hevur spurningurin tikið seg upp um, hvør okkara støða skal vera.
– Skulu vit taka okkara part av hesum flóttafólkum, spurdi Bárður á Steig Nielsen á landsfundinun. Hann svarar sjálvur, at tað hava vit ikki gjørt higartil, og hann leggur afturat, at tað fara vit heldur ikki at gera fyribils, tí vit hava ikki ta neyðugu tilbúgvingina at taka ímóti teimum í løtuni.
Kortini heldur hann, at vit skulu laga føroyska samfelagið til framtíðina - eisini tá talan er um flóttafólk og í hesum sambandi eiga vit at læra av royndunum, onnur lond hava gjørt. Men hann leggur kortini afturat, at tað liggur í kortinum hesa næstu tíðina, at fara undir arbeiðið at taka ímóti flóttafólkum.
Kortini vísir hann á, at tað er okkara skylda, at tilflytarar verða væl integreraðir í føroyska samfelagið og tískil verður ein integratiónslóg løgd fyri tingið í næstum – og tað er sanniliga eisini ein týðandi partur av spurninginum um flóttafólk.
Men Bárður á Steig Nielsen er kortini av teirri sannføring, at vit eiga at hjálpa. Men vit skulu fyrst og fremst Tí hjálpa til har tey hava tær neyðugu skipanirnar til tað, og har serhjálp og viðgerð eru til taks. Tað merkir, at vit skulu hjálpa flóttafólkunum har tey eru stødd – í teimum londunum tey eru í, ella eru rýmd til.











