- Vit fara ikki at sleppa ætlanini um at byggja Tórshavnar Havn út framvið Skansanum.
Tað staðfestir Sjúrður Olsen, formaður í Vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráð
KvF veit at siga, at Mentamálaráðið hevur nú mælt staðiliga frá at ætlanin verður framd, men mælir ístaðin til at býráðið finnur eina aðra loysn.
Men tað fer býráðið ikki at gera, sigur Sjúrður Olsen. Hann heldur, at tað eru onki annað enn beinleiðis politiskar orsøkir til, at mentamálaráðið nú talar at.
- Hetta snýr seg ikki um annað, enn at Bjørn Kalsø ikki vil, at vit skulu byggja út, tí hann vil flyta virksemi úr Havnini og hava eina stórhavn onkra aðrastaðni, so einfalt er tað, heldur Sjúrður Olsen.
Hann vísir á, at áður hevur partamaður hansara, Kaj Leo Holm Johannesen, eisini mælt til at byggja havn á Skálafirði. So í hesum føri er ikki talan um annað, enn at teir báðir draga somu línu, sigur formaðurin í Vinnunevndini hjá býráðnum.
Hann sigur, at hevði Mentamálaráðið trupulleikar av havnarútbyggingini, kundu tey havt gjørt vart við seg langtsíðani.
- Heilt frá fyrsta degi hava vit samstarvað við allar myndugleikar, sigur Sjúrður Olsen.
Les eisini: Tí harmast Bjørn Kalsø um havnarútbygging í Havn
Hann sigur, at býráðið hevur samstarvað við Søvn Landsins, friðingarnevndina og yvirfriðingarnevndina og allir partar hava givið sítt samtykki til, at ætlanin verður framd.
- Samstundis er ein serstøk byggisamtykt gjørd fyri økið sum tryggjar, at byggjast kann ikki upp fyri Skansan. Og tað er bara landsstýrið, sum kann broyta tað kravið, sigur Sjúrður Olsen.
Tí er hann framvegis samdur um, at hetta fer ikki at skemma Skansan, tvørtur ímóti, tí nú verður alt gjørt og hampa framvið Skansanum.