16 valevnir eru á listanum hjá Javnaðarflokkinum og Jóannes Eidesgaard, formaður, er eitt av valevnunum.
Um grundgevingina fyri at flokkurin stillar upp, sigur formaðurin, at tað er neyðugt, so leingi sum núverandi skipan er galdandi.
- Eitt nú verða nógvar føroyskar lógir gjørdar í Fólkatinginum. Tí er neyðugt at hava føroysk umboð í Danmark, so hesi kunnu arbeiða fyri, at føroysku málini á Fólkatingi fáa røttu viðgerð. Tað er m.a. at kunna donsku fólkatingsumboðini um føroysk viðurskifti, eins og fyri at fáa ávirkan á mál, sum hava við okkara viðurskifti at gera, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann vísir til vánaliga samstarvið millum partarnar í Fólkatinginum áðrenn og aftaná 1994,og heldur, at hetta er týðandi dømi um, at danir ikki fingu neyðuga vitan og kunnleika til føroysk viðurskifti frá føroysku umboðunum í Fólkatinginum.
- Hvat er høvuðsboðskapurin hjá Javnaðarflokkinum til Fólkatingvalið?
- Tað er fyrst og fremst at arbeiða fyri at broyta ríkisfelagsligu støðu okkara, og tað hevur eisini víst seg at vera meirluti er fyri hesum í Løgtinginum, sigur Jóannes Eidesgaard.
- Tá vit eisini vilja broyta Heimastýrislógina, er tað umráðandi at hava eitt umboð í danska tinginum,sum kunnar danir um føroysk mál, eins og at fyrireika broytingarnar í okkara ríkisrættarligu viðurskiftum.
- Harnæst hevur Javnaðarflokkurin nú boðað frá, at hann ikki fer at binda seg til ávísar flokkar í Fólkatinginum. Henda avgerð er grundað á ónøgdina um tann leiklut, sum føroyingar hava havt á Fólkatingi seinastu árini.
Vit vilja ikki vera atkvøðuneyt hjá donskum flokkum, samstundis sum vit ikki hava ávirkan á føroysk viðurskifti í Fólkatinginum, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann hevur sagt Nyrup Rasmussen, at Javnaðarflokkurin vil vera óheftur, og tað hevur danski forsætisráðharrn tikið til eftirtektar, sigur Jóannes Eidesgaard.
- Vit fara ikki uttan víðari í samstarv við nakran flokk, men fara bert at arbeiða fyri málum, sum hava við føroysk viðurskifti í Fólkatinginum at gera, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann vísir á, at tað júst er munurin millum Sambandflokkin og Fólkaflokkin, sum báðir hava gjørt av at fara upp í lutfalsliga tingbólkin hjá Konservativa- og Vinstraflokkinum.
Viðvíkjandi bankamálinum, so fari eg at mæla til, at vit halda tað uttan fyri valstríðið. Hetta er eitt politiskt mál,sum appelerar til semju, meðan valstríðið helst skuldi verið ein markering av tí, sum flokkarnir vilja fremja, sigur Jóannes Eidesgaard.