Hetta sigur Joan M. Djordjevic, sum er spælstýrari hjá Stjørnuni. Hon er eisini spælstýrari á landsliðnum, og hevur verið ein av týdningarmestu leikarunum hjá Stjønuni í fleiri ár.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Skulu í betri form
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Stjørnan var stórur favorittar síðsta kappingarár, men Joan heldur, at tær manglaðu tað síðsta, fyri at kunna vinna bæði meistaraheitið og steypakapping.
- Leikararnir vóru ikki í nóg góðum form, men tað vera vit í ár. Vit arbeiða hart fyri hesum, og koma vit í form, so verða vit ringar at steðga í ár.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Arbeiða við verju og skjótálopi
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Stjørnan hevur síðstu árini havt eina sterku verju og eitt gott skjótálop, men Joan heldur, at hetta sveik eitt sindur seinasta kappingarár.
- Vit arbeiða nógv við verjuni og skjótálopum í ár. Verjan var stinn í fjør, men skjótálopini, sum altíð hava verið eitt av okkara eyðkennum, vóru ikki nóg góð í fjør. Fleiri av hinum liðunum vóru nógv sterkari enn vit á hesum økinum, tí bleiv kappingin nógv harðari enn neyðugt.
Hon leggur afturat, at henni dámar sera væl nýggja venjaran, tí hann fær tær at arbeiða harðari. Hon sigur, at hann arbeiðir við eini nýggjari verju, har tær fara at satsa nógv upp á skjótálop, og hetta dámar henni, tí tað er vegurin ímóti meistaraheitinum.
At enda sigur hon seg vóna, at tað ikki bert verður meistaraheitið, sum tær fara at vinna í ár. Hon vónar, at tær fara at røkka greipuni, tí hon metir liðið vera nóg gott til tess.<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$









