-Tað er als eingin ivi um, at Norrøna fer at sigla alt árið millum Føroyar og umheimin eftir hesa fyrstu royndina sigur stjórin í Smyril Line, Óli Hammer. Hann tekur harvið undir við ynkjunum hjá Eivindi í Gongini og teimum mongu, sum vilja hava hesa rutuna at halda fram.
Enn eru endaligu tølini fyri 98 ikki gjørd upp, men tey síggja út til at vera í lagi sigur Óli Hammer, sum tó viðgongur, at øll byrjan er torfør. Ein slík ruta skal eisini innkoyrast. Tað hava verið omanfyri 150 ferðafólk við á hvørjum túri í meðal, og farmurin hevur eisini verið vaksandi, serstakliga beint upp undir jól.
Hann væntar, at tað ber til at fáa ein góðan rakstur við at sigla alt árið heldur enn at koyra fólk til hús og lata skipið liggja fyri teym ein part av árinum.
Norrøna hevur annars klárað seg væl sum skip í vetrarsiglingini. Ferðaætlanin hevur hildið, men sjálvandi kann rulla nógv, tá nógvur vindur er beint ímóti, og neyðugt er at sigla skjótt fyri at halda ferðaætlanina.
Óli Hammer hevur sjálvur verið við fleiri túrar í vetur og heldur hann, at tað hevur gingið væl. Hann sigur seg hava møtt mongum ferðandi, sum hava verið fegin um, at Smyril Line hevur tikið stig til vetrarsigling eisini.
Summarsigling longd
Summarsiglingin hjá Norrønu verður enn einaferð longd. Í ár verður hon longd við eini viku. Hon byrjar hálvan mai og endar hálvan september, tá hon so heldur fram í vetrarsigling.
Nú teir eru farnir undir vetrarsiglingina er ætlanin at leiga trailarabát at føra farm við, meðan summarsiglingin er. Spurningurin um nýtt skip spøkir alla tíðina. Óli Hammer vísir á, at teir í ár hava útgoldið skipið. Roynt verður verður at konsolidera seg og arbeitt verður eisini alla tíðina við at kanna møguleikan fyri at keypa ella byggja nýtt skip.
Smyril Line hevði eitt yvirskot uppá 15,5 mill. kr. í 97. Umleið 200 fólk starvast hjá fyritøkuni og er Smyril Line tí eitt av teimum størstu arbeiðsplássunum í landinum í dag.