Vit fara at royna at bøta um støðuna

Eg havi ikki orð fyri, hvussu stór háðan hetta er ímóti útjaðaranum, sigur løgtingmaður

 

 

Hetta er ein so stór háðan ímóti útjaðaranum, og vinnulívinum har, at eg havi ikki orð fyri tí. Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi, var hvassorðaður á Løgtingið í áðni, nú Løgtingið viðgerð fíggjarpolitikkin hjá samgonguni næsta ár.

Í hesum sambandi átalar Páll á Reynatúgvu, at farmagjøldini til Sandoyar og til Suðuroyar, eru hækkað. Og hann skilir ikki, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og samferðslumálum, letur tað henda, at umstøðurnr hjá tveimum økjum í landinum, versna so at vinnulívið har verður upp aftur verri fyri í kappingini við vinnuna aðrastaðni.

Les meiri her: Prísurin hækkar á tveimum rutum hjá Strandferðsluni

Páll á Reynatúgvu sigur, at tey fara at leggja uppskot fyri Løgtingið um at játta neyðugu upphæddina so at príshækkingin kann verða sett úr gildið aftur.

Tað skal eingin ivi vera um, at vit fara at leggja uppskot fyri Løgtingið at játta neyðugu upphæddina, so at  hesin ójavnin verður settur úr gildið aftur, gjørdi hann greitt í Løgtinginum.