- Vit fara at buldra øll um koll

Í summar fer bólkurin SIC at reisa seg úr aftur øskuni.

Síðan bólkurin SIC varð stovnaður í 2003, hevur hann givið tvær fløgur út og verið á fleiri festivalum uttanlands og í Føroyum.

 

- Vit hava roynt nógv seinastu árini. Eitt nú vóru vit á umfatandi tónleikarundferð í Evropa og spældu 52 konsertir í 60 dagar.

 

Sum bólkur er SIC mest kendur fyri orkuna á pallinum, og áhoyrararnir verða mest sum blástir um koll.

 

- Seinasta avrikið hjá okkum var, tá vit umboðaðu Føroyar á Wacken í Týsklandi í 2013.

 

Í seinastuni hevur ivi valdað um, hvar SIC hevur verið, ella ikki verið.

 

- Nú er tað alment, at vit í summar fara at reisa okkum úr aftur øskuni og fara fyri fyrstu ferð í tvey ár at buldra øll um koll á við Múrin, sigur SIC í tíðindaskrivi í kvøld.