Føroya Landsstýri er hægsti myndugleiki í øllum málum viðvíkjandi grind.
Landsstýrið kann tí eisini áseta bráðfengis bann fyri grindadrápi í ávísum grindaumdømum, tá hetta verður hildið neyðugt.
Hetta bann hevur landsstýri ikki sett.
Og tí hevur bátur, sum sær grind framvegis skyldu beinanvegin, at hava upp á mastur og um tilber boða frá til sýslumannin, sum letur boðini víðari, samstundis sum hann ger vart við møguligt forboð fyri at drepa grind. Verður grind sædd av landi, verður farið fram á sama hátt. Tvs boðað verður sýslumanninum frá. ’
Alt hetta er ásett í kunngerð um grind, sum kom í gildi fyri 10 árum síðani.
Eisini er greitt ásett í somu kunngerð, hvussu grindin skal skiftast og leggjast út. M.a eiga Kommunustýrini ella aðar samskipanir, at skipa fyri, at seðlarnir uppá heimapartar verða heintaðir innan 1 tíma eftir, at seðlarnir eru komnir út, og at grindin verður býtt til fólkið í kommununi/samskipanini sum skjótast.
Nú verða leiðslurnar fyri sjúkrahúsini hartaðar fyri at geva sjúklingum grind og spik. Tá ið tey á sjúkrahúsunum skulu áleggjast serligar reglur fyri borðreiðing av grind og spik, so skal tað væl skiljast, sum at hesi, sum eru innløgd, hava eina lægri immunverju enn onnur. Og tí skal matgerð á sjúkrahúsi gerast við serligum umhugsni.
Tá sjúkrahúsini verða hartaði, eiga kommunurnar so ikki eisini at taka hædd fyri teimum borgarum, sum hava eina lægri immunverju enn onnur. Kommunurnar eru í kunngerð álagdar at geva fólkinum sín part av grindini. Hvat so við teimum gomlu og óhjálpnu, og øllum teimum, sum hava eina ella aðra diagnosu ( nú eru ikki nógv eftir) skulu tey so ikki fáa sín part av grindini, og hvat við teimum gomlu á ellis og røktarheimum og á sambýlum kring landið. Og hvat við barnagørðum og øðrum almennum stovnum, sum javnan borðreiða við heitum mati. Skulu hesi heldur ikki hava sín part av grindini.
Eg skilji óalmindiliga væl, at Hans Pauli Strøm hevur virðing fyri teimum tilmælum sum koma frá heilsufakkunnleikanum. Men eg haldi eisini, at reakiónin hjá Hans Paula Strøm móti leiðslunum á teimum tveimum sjúkrahúsunum, krevur eina víðari viðgerð av allari kunngerðini um grindadráp.
Tað er í øllum førum í andsøgn, at sama landsstýri, sum átalar tey, sum borðreiða við tvøsti og spiki, heldur fast um eina kunngerð, sum krevur at sædd grind verður veidd.
Høvuðstreytin fyri veiðu av djórum er væl saktans, at tey verða etin.