Føroyski arbeiðsmarknaðurin klárar ikki nóg væl at taka ímóti væl útbúnum tilflytarum, og at gagnnýta teirra fakligu førleikar.
Tað er niðurstøðan í grein hjá Elisabeth Holm, ph.d. lesandi, á gransking.fo. Greinin er eisini í viðurkenda altjóða tíðarritinum Language Policy.
Hon sigur, at størsta forðingin eru málsligu førleikarnar hjá tilflytarunum. Samstundis staðfestir hon eisini, at væl útbúnir tilflytarar missa fakligar førleikar tí teir verða hildnir fastir í størvum á flakavirkjum og øðrum ófaklærdum størvum í áravís.
Niðurstøðan byggir á kanningararbeiði á tveimum flakavirkjum, og á samrøður við tilflytarar úr fimtan ymiskum londum. Teir flestu av teimum arbeiða á flakavirki ella í reingerðarstørvum.
Úrlitið er, at tilflytarar hava nógvar trupulleikar á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og samstundis er næstan eingin stuðul til at koma burtur úr trupulleikanum.
Størsta forðingin fyri at teir kunnu verða ein natúrsligur partur av føroyska arbeiðsmarknaðinum, er, at teir duga ov illa føroyskt, og eisini er tað ein forðing í summum førum, at teir duga ov illa danskt.
– Á ein hátt er tað neyðugt at fáa eitt starv fyri at læra føroyskt og at lívbjarga sær, men einastu størvini, tey fáa, eru størv har starvsfólk næstan ikki tosa saman.
Hetta ger, at fleiri av tilflytarunum, ið vilja brúka sínar fakligu førleikar, og læra seg málið, verða læstir fastir í eini óhepnari ringrás.
Ella, sum ein vælútbúgvin tilflytari sigur í kanningini: Arbeiðsgevarar kundu brúkt okkum, men tað gera teir ikki.
Við tað, at ov lítið verður gjørt fyri at integrera tilflytarar í føroyska arbeiðsmarnkaðin,
verður ein ójavni skaptur, og tað hevur keðiligar avleiðingar fyri einstaklingar og samfelag okkara, er niðurstøðan av granskingini.
Málsligir førleikar koma ikki av sær sjálvum eftir at fólk, móð og útlúgvað, eru komin heim úr málsliga isoleraðum størvum, og tungum arbeiði á einum flakavirki.
– Tað er eisini ein serlig avbjóðing at læra eitt lítið mál sum okkara, har vit er umgyrd av øðrum málum á alskyns miðlum. Hesir miðlar kundu annars stuðla upp undir at tey lærdu føroyskt, men tá ið tað ikki er støðan, skal nógv meiri til fyri at tilflytarar kunnu læra føroyskt, enn tey tilboðini teir hava kring landið í dag, er niðurstøðan í greinini.