Havn: - Vit sótu mestsum og bíðaðu eftir tykkum í Reyða Krossi!
Við einum lítlum skálkabrosi greiðir Marit frá ynskinum hjá fyritøkuni at stuðla hesum skúlanum í serbiska býnum Smederevo.
Tá tosið um eina samstarvsavtalu kom uppá tal, var eingin ivi í leiðsluni stóru fyritøkuni: Tey bæði vildu og ynsktu at stuðla hesi ætlanini.
- Vit kunnu øll vera við til at hjálpa hesum børnunum. Ein lítil føroysk hond, kann eisini gera stóran mun í Serbia, sigur Marit Holm Petersen, sum er kona stjóran í Formula.fo.
Vælgerandi endamál
Hjá Formula.fo starvast í dag omanfyri 50 starvsfólk. Umframt at verða virkin í arbeiðstíðini, eru tey eisini virkin eftir loknan arbeiðsdag.
Fleiri teirra eru nevniliga við í felagsskapum, sum arbeiða við og fyri vælgerandi endamálum. Her kann nevnast Amnesty International og Altjóða Barnalegur, har Marit sjálv er sera virkin í.
Í fyritøkuni hava tey við millumbilum skipað fyri tiltøkum, við tí fyri eyga at savna inn pening til ymisk vælgerandi endamál. Og nú eru tey so eisini vorðin knýtt at arbeiðinum hjá Reyða Krossi.
- Vit vilja fegin vera við til at hjálpa øðrum, men tað er ikki altíð so lætt at vita, hvussu hjálpin verður nýtt á hesum støðum.
- Nú fáa vit so møguleikan at hjálpa til við eini ætlan, har vit sjálvi stuðla og kunnu fylgja við í tí sum hendir í hesum skúlanum í Smederevo, sigur Marit.
Vilja mála skúlan
Samstarvsavtalan millum Reyða Kross og Formula.fo er galdandi í ár og næsta ár.
Eftir hesi avtaluni skal fyritøkan lata eina ávísa peninganøgd til menningina av hesum barnaskúlanum, og soleiðis skapa fortreytir fyri at hesi børnini kunnu fáa eina betri framtíð enn foreldur teirra.
Men ætlanin er ikki bert at fyritøkan sjálv skal senda pening. Ætlanin er nevniliga, at tey virknu starvsfólkini og familjur teirra skulu taka lut í hesum við ymiskum tiltøkum.
- Hetta er so ein roynd at byrja eitt slíkt samstarv. Og eg vóni, at ringarnir fara at breiða seg soleiðis, at aðrar fyritøkur í Føroyum fara at gera tað sama vit, sigur Marit.
Hon hevur longu merkt til tann stóra áhugan hjá starvsfólki og familjum teirra.
- Eg havi enntá hoyrt okkurt barn spyrja, nær tey sleppa niður til Smederevo at mála skúlan, sigur Marit.
Sum gumma hjá skúlanum ætlar hon sær eisini niður at vitja skúlan. Tað fer hon helst at gera seinni í heyst.