Ætlanin er, at eisini føroyingar skulu fáa eitt talgilt koronu-pass, sum vísir at tey er koppsett fyri koronu. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. Partamaður hansara í Sambandsflokkinum, Johan Dahl, tingmaður, hevur spurt hann um ikki føroyingar fáa eitt koronupass, sum er altjóða góðkent, heldur enn at ganga runt við tí gamla, gula koppingarkortinum í lummanu
Sum er, verður tað gula, koppsetingarkortið brúkt, men landsstýrismaðurin sigur, at Sjúkrahúsverkið er í ferð við at menna eina talgilda koppsetingarkvittan, sum fólk kunnu fáa, tá tey eru liðugt koppsett.
Kvittanin kann prentast, men seinni í apríl verður kvittanin væntandi eisini tøk til fartelefonum, sum brúka Android, tí tá er væntandi, at Google er liðug við arbeiðið at gera eitt “standard” koronupass, sum skal kunna nýtast altjóða.
Sjúkrahúsverkið samstarvar við Smyril Line um at menna koronukvittanina. Smyril Line hevur ment skipaninar, sum Sjúkrahúsverkið brúkar og tær eru gjørdar soleiðis, at tær kunnu senda eina kvittan, sum vísir um fólk, sum eru kannað fyri koronu, hava koronu, ella um tey eru negativ. Fólk, sum eru liðugt koppsett, kunnu eisini fáa eina kvittan um tað.
Sjúkrahúsverkið metir, at hendan kvittan kann brúkast sum eitt koronupass á sama stigi, sum tað, ið er tikið í nýtslu í Danmark, sigur landsstýrismaðurin.
Kaj Leo Holm Johannesen sigur eisini, at seinastu tíðina hava føroyskir myndugleikar eisini verið í samskifti við bæði danskar myndugleikar og ES myndugleikar um at fáa føroyingum eitt koronupass, sum er altjóða góðkent.
Eitt slíkt koronupass skal lúka nakrar treytir, sum ES-londini seta, og eftir tí, vit vita nú, verður talan um, at hvørt landið hevur sína skipan, sum verður góðkend av hinum londunum.
– Vit hava fingið upplýst, at ein slík skipan neyvan verður klár fyrr enn seint í juni, sigur hann.
Harumframt hava føroysku myndugleikarnir eisini samskift við IATA, sum er altjóða felagsskapurin fyri flogfeløg, og har eisini Atlantsflog og SAS eru limir. IATA er farið undir at menna eina talgilda loysn, IATA Travel Pass, sum loyvir ferðandi, flogfeløgum og myndugleikum, at goyma og eftirkanna váttanir um koronakanningar og -koppsetingar. Harumframt er ætlanin at savna krøvini frá ymsum londum í sambandi við ferðing, á einum staði.
Samskifti er við IATA um at fáa Føroyar fevndar av teirra ferðapassi, tá ið tann skipanin er klár.
– Samanumtikið síggja vit fyri okkum, at arbeiðið við koronapassinum kann gerast í stigum. Um heilt stutta tíð verður koppsetingarkvittanin hjá Sjúkrahúsverkinum klár at taka í nýtslu og kann beinanvegin brúkast innanlands, sigu Kaj Leo Holm Johannesen.
– Næsta stig er at fáa talgildu loysnina góðkenda í Ríkisfelagsskapinum, og í hesum sambandi kunnu vit nevna, at í næstu viku verður fundur millum Sjúkrahúsverkið, Finansministeriet og Digitaliseringsstyrelsen um hesi viðurskifti, leggur hann afturat.
Hann sigur, at tað er avgjørt ætlanin, at sum frá líður, skal koppsetingarkvittanin lúka altjóða treytir so at hon verður góðkent sum eitt talgilt koronupass. Tað er ringt at siga, nær hetta verður klárt, men málið er, at føroyingar, sum eru koppsettir í Føroyum, hava eitt talgilt koronupass, sum lýkur ES-standardir, tá skipanin hjá ES verður sett í verk.