Síðstu tíðina hevur nógv verið prátað um børn við menningarórógvi, ADHD og autismu. Hetta fær kanska fólk at spyrja seg sjálvi um hetta eru nýggjar diagnosur ella um talan bara er um sjúkueyðkenni, sum altíð hava verið til, men sum ikki hava havt nakað navn.
Danski professarin og barnaneurologurin á Ríkissjúkrahúsinum Peter Uldall er komin til ta niðurstøðu, at í Danmark verða alt fleiri børn fødd við heilaskaða, sum hava ilt við at læra og tí fáa serundirvísing. Sambært danska professaranum eru ov tíðliga fødd børn, inngiftan og evnafrøðilig evni nakrar av orsøkunum til, at fleiri børn verða fødd við heilaskaða - fyribrigdi, ið vit sum kunnugt hava í felag við danir – burtursæð frá, at meðan inngiftanin í Danmark fer fram millum innflytarar úr Miðeystri og Asia, halda vit føroyingar inngiftanini innangarðs, kundi ein sagt.
Í Føroyum vita vit serliga nógv um ávirkanina frá evnafrøðiligum evnum. Sambært Pál Weihe, yvirlækna á Deildini fyri Arbeiðs- og Almennaheilsu, hava vit ikki beinleiðis granskað í talinum av heilaskaddum ella børnum, sum hava tørv á stuðli.
- Møguliga eru fleiri børn, sum hava tørv á stuðli. Men krøvini til børnini í dag eru eisini øðrvísi enn fyrr. Tí eru parametrini ósamanberilig, sigur Pál Weihe.
Men kortini man lítil ivi vera um, at sama rák er galdandi í Føroyum, at alt fleiri børn eru so seinment, at tey hvørki standa seg fakliga ella sosialt
Pál Weihe vísir á, at allar kanningar vísa, at evnafrøðilig evni hava negativa ávirkan á menningina hjá fostrum.
- Ongin ivi er um, at vit hava eina rúgvu av kemiskum evnum í umhvørvinum, og at hesi hava negativa ávirkan á børn okkara, sigur Pál Weihe, sum eisini vísir á, at hetta er eitt øki, sum vit vita nógv um her á landi.
48 prosent yvir 10 ár
Í blaðgrein í Berlingske Tidende um dagarnar verður greitt frá um økta talið av heilaskaddum børnum í Danmark. Líka úr 1. flokki í Keypmannahavn til 10. flokk í Aalborg hava fleiri og fleiri skúlanæmingar somikið stórar fakligar og sosialar trupulleikar, at teimum tørvar umfatandi serundirvísing. Sambært nýggjari kanning frá danska undirvísingarmálaráðnum er talið hækkað við 48 prosentum síðstu 10 árini. Sostatt er samlaða talið í dag omanfyri 11.000 næmingar í Danmark.
Ein sannroynd er tað, at talið á børnum, sum fáa umfatandi serundirvísing í føroyska fólkaskúlanum er ikki umboðandi fyri veruliga tørvin á serundirvísing. Og sambært Pál Weihe ber heldur ikki til at samanbera tølini í dag við tølini fyrr.
- Krøvini til bókligar førleikar eru herd nógv seinastu árini. Tí ber ikki til at siga, at børnini í dag eru meira seinment út frá hesum, sigur Pál Weihe, sum tó viðgongur, at tað er eitt nógv størri brek í dag, ikki at standa seg fakliga og sosialt.
- Fyrr fóru hesi børnini bara tíðliga úr skúlanum og fingu kortini eitt pláss í samfelagnum og á arbeiðsmarknaðinum. Í so máta er ongin ivi um, at børn sum ikki standa seg fakliga og sosialt í dag, eru tarnað, sigur hann.
Men hví hava alt fleiri børn ilt við at lesa, rokna, skilja og at vera saman við øðrum børnum? Duga foreldur og lærarar betur at finna og eyðmerkja hesi “truplu” børnini? Hava skúlar og myndugleikar fleiri og betri tilboð? Hava fleiri børn diagnosur sum ADHD? Ella eru tað veruliga fleiri tornæm børn við innlæringartrupulleikum?
Í sambandi við heilavikuna, sum er júst í hesum døgum, hevur Peter Uldall, hildið fyrilestrar kring um í Danmark, har hann hevur givið sítt boð uppá spurningarnar.
Heilaskaðar
Professarin ásannar, at ein orsøk til vaksandi talið av næmingum, sum hava umfatandi serundirvísing fyri neyðini, eru sosial og mentanarlig atlit. Eitt nú negativur sosialur arvur og tvímálsligheit, men, at tað trúliga eisini er ein veruligur vøkstur í talinum av børnum, sum hava ilt við at læra. Altso børn, sum dragast við stórar ella smáar heilaskaðar, vánaligar arvaeginleikar ella hava aðrar trupulleikar, sum gera, at tey fáa onki burturúr vanligari undirvísing, og verða ikki før fyri at røkja eitt vanligt starv seinni í lívinum.
- Eftir øllum at døma, eru fleiri seinment børn, so ella so, sigur professarin, og vísir í hesum sambandi á, at eitt nú talið á ov tíðliga føddum børnum er hækkað úr fimm upp í sjey prosent síðstu tíggju árini. Serliga børn, sum vigaðu undir 1500 g, hava ilt við at læra.
- Tá vit fylgja hesum børnum, til tey eru umleið 14 ár, sæst, at umleið helmingurin hevur somikið stórar trupulleikar við at nema sær lærdóm, at tey klára ikki fráfaringarroynd fólkaskúlans. Sostatt eru tey eisini skerd í mun til arbeiðsmarknaðin í framtíðini, sigur Peter Uldall. Eisini í Føroyum man talið av ov tíðliga føddum børnum verða hækkað síðstu árini, samstundis við menningina av tøkniligum og læknafrøðiligum førleikum.
Og lítið súrevni
Innlæringartrupulleikarnir hjá teimum ov tíðliga føddu børnunum kunnu standast av, at heilin hevur fingið ov lítið súrevni ella er ávirkaður av øðrum stressfaktorum, tá barnið kom úr móðurlívi ov tíðliga.
Børn kunnu eisini fáa heilaskaðar vegna kropslig brek, so sum hjartasjúkur, sum gera, at heilin fær ikki nóg nógv súrevni. Eisini kunnu arvaeginleikar og arvaligar sjúkur hava við sær trupulleikar at læra.
Í hesum sambandi nevnir Peter Uldall, at børn hjá innflytarum eru oftari seinment, tí inngifta er vanligari í hesum umhvørvum. Eisini kann støðugt hækkandi aldurin á mammum ávirka talið á seinmentum børnum.
Evnafrøðilig evni
Ein onnur, higartil ókend orsøk, eru evnafrøðiligu evnini frá ídnaðarframleiðslu, dálking og mati. Sambært Peter Uldall er ikki óhugsandi, at evnafrøðiligu evnini kunnu elva til brek í heilanum hjá fostrum, eins og at hesi evni eru undir illgruna fyri at elva til vanskeplan av kynsgøgnum hjá dreingjabørnum.
- So ikki er óhugsandi, at eitthvørt evnafrøðiligt ávirkar heilan negativt. Tað er longu prógvað, at tungmetal eru serstakliga vandamikil fyri menningina hjá ófødda barninum, sigur Peter Uldall.
Á hesum økinum eru vit sum kunnugt sera frammarlaga í Føroyum, har tað longu er staðfest, at føroysk børn hava tikið skaða av evnafrøðiligum evnum longu í móðurlívi.
- Hóast tølini eru smá, so er ongin ivi um, at fyri samlaðu fólkafjøldina í Føroyum, hevur tað týdning, at vit liva í og av einum dálkaðum umhvørvi, sigur Pál Weihe.
Vantandi hagtøl
Við fyrilestrum sínum mælir dr. Uldall til meira umfatandi gransking av menningartarni hjá skúlabørnum.
- Vit skulu kanna hetta gjøllari við at kortleggja og savna inn hagtøl, so vit fáa eina heildarmynd av, hvussu umfatandi trupulleikin er, sigur hann.
- Eg sigi ikki, at hetta er ein risastórur samfelagstrupulleiki. Tað eru hóast alt bert umleið 1,4 prosent av næmingunum, sum hava tørv á umfatandi serundirvísing. Men eg sigi, at tað er ein trupulleiki fyri fólkaskúlan, tí hann skal rúma uppaftur fleiri børnum, sum hava ilt við at læra.
Pál Weihe tekur undir við danska professaranum, um at gransking er neyðug, skulu vit fyribyrgja skaðar á børn, í sambandi við føðing og barnsburð.
- Alt, sum kann stuðla menningini hjá óføddum og nýføddum børnum eigur at verða kannað. Tað verið seg evnafrøðilig, sosial, kropslig og sálarlig ávirkan, sum eisini hevur týdning fyri trivnaðin og tørvin á stuðli seinni í lívinum. Og ikki minst, møguleikarnar at koma undan sum best í modernaða samfelagnum, sigur hann.
Stúrir fyri framtíðini
Peter Uldall stúrir fyri, hvussu børn við einum IQ langt undir miðal, sum er 90-110, skulu hóra undan í einari framtíð, har alt størri krøv verða sett til evnini at læra.
- Tey hava snøgt sagt ikki neyðugu intellektuellu førleikarnar, sigur hann, og leggur afturat:
- Vit eru í einari støðu í dag, har nógv teirra, sum eru arbeiðsleys, hava ilt við at røkja eitt starv, tí tey hava ikki neyðugu mentalu førleikarnar. Vit vita, at umleið eitt prosent av fólkinum eru menningartarnað. Tey kunnu ikki arbeiða. Harumframt hava umleið 10 prosent av næmingunum í skúlunum ilt við at læra, so ella so. Hesi hava tørv á ymiskum stuðulstiltøkum, so sum stuðulslærarum og serundirvísing. Og tað er ilt at siga, hvussu nógv teirra í roynd og veru kunnu røkja eitt starv, tá tey verða vaksin.
Professarin roknar tí við, at tørvur verður á alt fleiri vardum størvum, so tað eisini verða arbeiðspláss til tey seinmentu á framtíðar arbeiðsmarknaðinum.
Kelda:
Professor: Vit får flere retarderede børn. Grein eftir Jens Ejsing í Berlingske Tidende 8. mars 2008.
--