Vit eru sum ein minnilutasamgonga

Ljóbrot frá Rás 2

Fíggjarlógin fekk 1. viðgerð í tinginum í dag og Árni Gregersen fekk millum annað orðið á Helenu Dam á Neystabø til Rás 2.

 

- Fíggjarlógararbeiðið er merkt av, at vit reka ein skilagóðan fíggjar- og búskaparpolitikk, sigur Helena Dam á Neystabø, sum samanber støðuna hjá landsstýrinum við eina minnilutasamgongu.

 

- Semjurnar eru í teimum stóru og týdningarmiklu málunum, og tað er tað, sum er avgerandi. Vit eru ein, kann man gott siga, ein minnilutasamgonga, so tí mugu vit læra okkum at navigera, og tað haldi eg er øgiliga sunt fyri tað føroysku politisku skipanina, at vit royna at gera breiðar semjur, segði hon við Rás 2 í dag.

 

- Tá tað buldrar, so er tað ikki altíð so vakurt, men tað eru úrslitini sum telja, sigur Helena Dam á Neystabø.

 

Í samrøðuni við Árna Gregersen sigur hon eisini, at samgongan hevur megnað at minka um munin millum rík og fátøk í landinum. Hon nertir eisini við avtaluna við Sjálvstýri, víðagitnu makrel-samgonguna og kjakið um nýggja innkomuvegin til Havnar.