? Hvat er grundarlagið fyri, at føroyski politiski myndugleikin loyvir fosturtøku í einum tíðarskeiði í graviditetinum, har sjálvt lond, har fosturtøkan er frí, ikki geva slíkt loyvi?
Hetta er ein av spurningunum, sum Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin vil hava Kristian Magnussen, landsstýrismann í heilsu- og almannamálum at svara á tingfundinum, sum verður í morgun klokkan 10.
Vil hava hagtøl fram
Spurningarnir hjá Jenisi av Rana eru soljóðandi:
1) Hvør er orsøkin til, at aldursmarkið fyri nær fosturtøka kann verða framd, er hægri í Føroyum (16 vikur) enn í grannalondum okkara?
2) Hvør er frágreiðingin til at føroyska lógin enn, 38 ár eftir ígildissetanina, er í gildi sambært einari kongaligari kunngerð, ið var ætlað at vera fyribils?
3)Hvussu nógvar fosturtøkuumsóknir vórðu noktaðar á sjúkrahúsum okkara árliga (seinastu fimm árini)?
4)Hvussu nógvar, ið søktu um fosturtøku, vórðu av sjúkrahúsum okkara vístar til serlæknar til metan og evt. viðgerð (árliga síðstu fimm árini)?
5)Hvussu eru framdu fosturtøkurnar seinastu fimm árini býttar eftir:
1. Aldursbólkum
2. Geografiskt
3. Sosialstøðu
4. Hjúnarbandsstøðu
6)Hvørjar av lógarinnar orsøkum (indikatiónum) hava seinastu fimm árini verið nýttar, tá fosturtøkur eru framdar - í %?
7)Hvør/hvørjir hættir vórðu brúktir á sýkrahúsum okkara til framdu fosturtøkurnar hesi fimm árini?
Mugu kunna samanbera við grannalond
Jenis av Rana sigur, at seinastu árini hava uppskot og fyrispurningar verið á Føroya Løgtingi viðvíkjandi núverandi fosturtøkulóg, m. a. fyrispurningur um, hvussu henda verður praktiserað, og uppskot hava verið til broytingar.
? Undir hesum viðgerðum hevur tað víst seg at verða trupult at fáa til vega neyðug hagtøl í hesum álvarsama máli. ? Sama trupulleika tykjast nevndirnar og avvarðandi landsstýrismenn at hava havt, tí í tilmælum og svarum hava oftast ógreiðar orðingar verið, t. d. metast má, títtleikin tykist vera o. s. v., í staðin fyri nágreinilig tøl, ið kundu lýst fosturtøkuviðurskiftini, og sum kundu verið brúkt til samanberan við hesi viðurskifti í grannalondum okkara, sigur Jenis av Rana.
Als einki samsvar?
Sum dømi um hendan veikleikan við manglandi hagtølum, nevnir Jenis av Rana tøl, ið eru brúkt undir politisku viðgerðini av teimum tilburðum tá vandi kann standast fyri lívinum hjá mammuni.
? Har eru nevnd tøl frá 10 - 20 árliga, samstundis sum danskir serfrøðingar á økinum meta, at slíkar umstøður, mett út frá hagtølum í grannalondum okkara, neyvan kunnu koma fyri í Føroyum, meira enn áttanda til tíggjunda hvørt ár, sigur Jenis av Rana.
Hann heldur, at umbidnu hagtølini so avgjørt - í einum samfelag sum okkara - at verið almenn tøl, og verið ein partur av grundarlagnum undir arbeiðinum at loysa trupulleikan - og sorgarleikan, sum hvør einstøk fosturtøka er, leggur hann afturat.
Í 1959 vantaði
okkum serlæknar
Galdandi lógv arð í 1959 sett í gildi í Føroyum við kongaligari fyriskipan. Henda fyriskipan ger undantak fyri einari av berandi greinunum í lógini, til vit í Føroyum hava fingð »mødrehjælpsinstitution eller dertil svarende institution«, vísir Jenis av Rana á.
? Serkønir á økinum siga frá tí tíðini, at undantakið var neyðugt, tí at vit tá ikki høvdu nóg nógvar útbúnar serlæknar, ið annars vórðu neyðugir, um vit skuldu fylgt lógini uttan umtalaðu kongaligu fyriskipan - men tað hava vit í dag, sigur hann.
? Nú eru allir hesir serlæknar (og tað fyri mongum árum síðani) tøkir, men stig eru ikki tikin til at brúka hesar, so kongaliga fyriskipanin kann verða tikin av.
Jenis av Rana sigur, at í flest øllum londum vit vanliga samanbera okkum við, er markið fyri nær fosturtøka er loyvd, væl lægri enn okkara. Tí loyvir hann sær at spyra, hvat grundarlagið er undir, at føroyski politiski myndugleikin gevur loyvi til fosturtøku í einum tíðarskeiði í graviditetinum, har sjálvt lond við fríari fosturtøku ikki geva slíkt loyvi.