Vit eru ov skjót at ringja til lækna

Les her, nær tað er ráðiligt at taka pensillin og nær tú skalt lata vera - og hví tú skalt lata vera

 

Nógv stríðast við krím og annað í hesum døgum og øll vilja verða frísk aftur sum skjótast.

 

Og nógv halda, at antibiotika, ella pensillin, sum vit oftast kalla tað, er stytsti vegurin til heilsubót

 

- Men tað er ikki gott at taka ov nógv antibiotika, ávarar Apotekið.

 

Summi verða sjálvsagt noydd at taka antibiotika, men tað vísir seg ofta, at vit eru ov skjót at ringja til lækna og biðja um eina antibiotika viðgerð, hóast ongin orsøk er til tað, sigur Apotekið.

 

Ofta kunnu vit saktans basa sjúkuni sjálvi, men tað er heldur ikki altíð, at antibiotika virkar fyri tað, okkum feilar, eitt nú tá ið talan er um virus sjúkur,  tí antibiotika riggar bert ímóti bakterium.

 

- Trupulleikin við antibiotika er, at tað er ikki bara tær bakteriurnar, ið elva til sjúkuna, ið verða fyribeindar, men eisini tær gagnligu bakteriurnar, og tað kann elva til leyst lív, vaml og ovurviðkvæmi.

 

Men tað er eisini vandi fyri, at tær bakteriur, ið eru í kroppinum, gerast mótstøðuførar ímíti antibiotika.

 

Tørvar tær síðani antibiotika í framtíðini, kann tað verða torført at basa sjúkuni.

 

- Tí er tað týdningarmikið, at tú bara tekur antibiotika, tá ið tørvururin er veruligur og ikki bert fyri at tryggja tær, at tú ikki legst við sjúku.

 

Í teimum allar flestu førunum er tørvur á antibiotika, tá ið talan er um lungnabruna, meningitis og nýrnakokubruna.

 

Men orsøkin til hesar sjúkurnar kann eisini vera virus og tá hjálpir antibiotika ikki.

 

Tí er tað ógvuliga týdningarmikið at hava samband við  lækna, sum metir um ta røttu viðgerðina, sigur Apotekið.

 

Men dømi um sjúkur, har tað ikki er brúk fyri antibiotika, eru bráðfeingis bronkitis, krím og influensa.

 

Orsøkin til, at antibiotika ikki skal gevast  fyri hesar sjúkur, er, at her er talan um virus.

 

Men so eru eisini aðrar sjúkur, har tú møguliga skal viðgerast við antibiotika, eitt nú hjáholubruni, hálsbruni og miðoyrnabruni.

Hetta eru sjúkur, sum bæði kunnu koma av bakterium og virus.

 

- Hesar sjúkur lekjast ofta av sær sjálvum, men í ávísum førum er viðgerð við antibiotika ein fyrimunur. 

 

Apotekið leggur dent á, at tað, sum leypir av eini viðgerð við antibiotika, skal latast inn aftur til Apotekið.

 

Tað skal ikki goymast til seinni, tá ein følir seg sjúkan og tað skal heldur ikki lænast øðrum.  

 

- Tað er bara læknin, ið kann avgera, um einum tørvar antibiotika ella ikki.

 

Apotekið sigur, at higartil hava vit vart okkum fyri mótstøðuførum bakterium við at gera nýggj sløg av antibiotika.

 

- Men tað er vorðið torførari at gera nýggj sløg av antibiotika, og samstundis økist trupulleikin fyri bakterium, sum eru vorðnar mótstøðuførar fyri fleiri sløgum av antibiotika, tær multi-mótstøðuføru bakteriunum.

 

Tí er týdningarmikið at leggja dent á, at avleiðingin av eini ovurnýtslu av antibiotika, kann verða, at vit ikki longur kunnu viðgerast við antibiotika í framtíðini, heldur ikki tá ið tað er neyðugt, sigur Apotekið.