Tina Jakobsen er ein primus motor í áhugafelagnum hjá samkyndum og stuðlandi, og samskipaði hon saman við øðrum konsertina í Grasagarði, har løgmaður luttók við røðu. Tina sigur, at tey eru væl nøgd við tiltakið.
- Serliga eru vit glað fyri uppmøtingina, og vit sóu ung og gomul úr fleiri samfelagsbólkum vitja okkara tiltak. Røðan hjá Jóannesi Eidesgaard var góð, og talan var sum heild um eitt væleydnað tiltak, sigur Tina Jakobsen.
Signalvirðið
Spurd, hvussu tey tulka signalið hjá løgmanni at siga ja til luttøku í Grasagarði á einum tiltaki, sum skapar so miklan øsing, sigur Tina, at signalið hjá løgmanni hevur stórt virðið.
- Vit eru sera fegin um, at løgmaður játtaði at luttaka, og tað var eisini djarvt av honum. Vit tosa jú um landsins hægsta myndugleika, sum accepterar ein minnilutabólk og proklamerar andsfrælsi og tolsemi, sigur Tina Jakobsen. Tá talan er um landsins tyngsta mann á politiska pallinum, sum heldur røðu á tiltaki hjá teimum samkyndu, er talan sambært Tinu um eitt týdningarmikið signalvirði.
Atfinningar burturvið
Tina Jakobsen sat sum so mangur annar føroyingur og lurtaði eftir atfinningunum hjá Jenisi av Rana í útvarpinum sunnudagin, har hann kravdi løgmann eftir treytaleysari umbering. Tina Jakobsen undrast á, at ein kann mótmæla tað, sum kom fram í røðuni hjá Jóannesi.
- Lyklaorðini í taluni vóru andsfrælsi og tolsemi, og tað er langt úti, at Jenis og onnur við skulu mótmæla slík grundleggjandi rættindi fyri øll menniskju, sigur Tina Jakobsen.
Hon leggur dent á, at eingin propaganderaði við nøkrum øðrum boðskapi á tiltakinum enn, at samfelagið eigur at geva rúm fyri øllum, og tá slíkt verður mótmælt, er okkurt galið.
- Vit høvdu eina konsert, og løgmaður helt eina røðu, sum í grundini var til allar minnilutabólkar. Vit verða av ávísum fólkum álopin, men samstundis heldur ein rúgva av øðrum bólkum eisini tiltøk til frama fyri síni endamál, sigur Tina Jakobsen, sum eftirlýsir javnrættindi fyri øll.
Fólk kunnu spara sær
Tina Jakobsen sigur, at tey í Friðarboganum als ikki eru skelkað av atfinningum aftaná, tí tær koma vanliga altíð. Samstundis heldur hon, at tað eru tær somu atfinningarnar og somu pro-argumentini, sum ganga aftur í kjakinum. Men endamálið hjá Tinu og Friðarboganum er greitt.
- Vit eru komin fyri at vera. Einki snæðurskygni kann og skal oyðileggja okkara arbeiði fram ímóti einum betri samfelagi, og so kunnu fólk spara sær at finnast at okkum og brokka seg, sigur Tina Jakobsen at enda.