Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík spældu í kvøld grannauppgerð móti KR á Víkingsvøllinum í Reykjavík.
Tað eydnaðist Gunnari - sum spældi allan dystin - og liðfeløgunum at vinna dystin 3-2.
Í fyrra hálvleiki legði Víkingur seg á odda tvær ferðir, men báðu ferðirnar svaraði KR aftur. Tá fýra minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki gagnnýtti Gunnar eitt gott hornasparksinnlegg og stútaði bóltin í netið til sigursmálið 3-2.
Víkingur er fremst í deildini við 23 stigum fyri 11 dystir. Breiðablik hevur 22 stig, og Vestri av Ísafirði hongur væl í enn við 19 stigum.
Víkingur Reykjavík-KR 3-2 (2-2)
1-0 Helgi Guðjónsson, br. ('12 )
1-1 Jóhannes Kristinn Bjarnason, br. ('30 )
2-1 Karl Friðleifur Gunnarsson ('43 )
2-2 Matthias Præst Nielsen ('45 )
3-2 Gunnar Vatnhamar ('49 )
Komandi sunnukvøld klokkan 20.15 verður føroyingauppgerð á Akureyrisvøllinum. Tá taka Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í KA Akureyri móti Víkingi Reykjavík.