Vit elska 90'ini 12. oktober

Stóra danska tiltakið »Vi elsker 90'erne« kem­­ur til Føroya kemur til Føroya at hava konsert

 

– Tú spákar oman móti býnum. Tað er 12 sep­­tember 1990 og klokkan er 20.16. Brád­liga brestur býurin í galróp. Tú gerst kløkk­ur, og brestir tiggigumbløruna, sum hongur úr munninum. »Hvat var hatta«?
Jú hatta var løtan, tá ein bóltur var stung­in millum tveir verjuleikarar í reyð­um búna, og ein ungur sandavágsmaður press­ar seg ígjøgnum, og knallar Føroyar á fó­t­bólts­heims­kortið. Hetta var í 1990. Sam­an við manninum við topphúgvuni og øðr­um am­atørum bastu teir heimstjørnunum á heima­vøllinum í Landskrona.  
Vit elska 90ini. Vit fara at seta okkum í eina tíð­ar­maskinu, og trýsta spitaran í botn mót­vegis 1990unum.
Hetta var áratíggju sum bjóðaði okkum tón­leik, mat, ítrott og móta, sum vit enn minn­ast aftur á við gleði og eitt sindur av undr­an. Buffalo skógvar vóru feitir, Torkil Niel­sen var ein tjóðarhetja, Heðin Arge Jen­sen og Ginna Midjord vóru røddirnar í lurt­unum, Jóhan í Kollafirði helt tað ikki var so galið í Kollafirði, Assu var klassi, Mark No Limits fylti hallirnar kring landið, breyð frá Frants smakkaði best kl. 04 um morg­un­in, og tú kundi keypa leysar sig­a­rett­ir. Lívið varð litríkt og kitsj. Set tí X í álmanakkan tann 12. oktober, tí tá fara vit aftur á ferð í 1990'ini.
Stóra danska tiltakið »Vi elsker 90erne« kem­­ur til Føroya. Hetta er eitt konsept sum turn­erar ríkið runt, og hevur higartil havt 10 garvillar festivalar í Danmark og Svør­íki við meira enn 100.000 vitjandi hvørt ár.
– Og nú koma tey til Føroya. Tað verð­ur uttan iva størsta 90ara tiltakið nakr­­a­ntíð á Føroyalandi – so stórt, at sjálvt Páll Arge eigur at nikka játtandi, skriva fyrireikar­ar­nir.
Høllin í Hoyvík verður karmur um hetta risa tiltak. Tað verður tónleikur, matur, und­ir­hald, vinir, móti og alt sum hoyrdi 90'unum til. Streetfood frá kl 17 og kon­sertir allan dagin og náttina.  
Ein heilur dagur og ein heil nátt halga tí feit­asta við 1990unum. Kom við! Vit elska 90ini tann 12. okt í Hoy­víks­høll­ini. Konseptið »Vi elsker 90erne« er sera væl­umtókt í Danmark, við meira enn 100.000 vitjandi árliga. Atgongumerkir kunnu keypast á www.ebillett.fo