Fótbóltur
Jákup í Stórustovu hevur nógv samband við nógvu av fremmandu spælarunum í Føroyum, og hann kennir væl trupulleikan, sum Santos nevnir, aftur.
- Tað er ein trupulleiki, sum eg kenni aftur. Rasisma finst í fleiri førum, men serstakliga er tað húðarliturin, sum oftani verður nýttur. Og hetta er ein trupulleiki. Hvørki á vøllinum ella í samfelagnum sum heild er hetta nakað, sum kann góðtakast, og tí mugu vit gera nakað við hendan trupulleikan.
- Men tað eru ikki bara útlendskir spælarar, sum eru offur fyri hesum. Vit hava fleiri dømi úr yngru deildunum við sama trupulleika. Tað er jú púra vanligt, at ættleidd børn eru partar av liðnum, og har eru dømi um, at bæði spælarar, venjarar og foreldur koma við slíkum rópum.
- Og her hava vit øll eina ábyrgd. Foreldur og spælarar í fremstu deildunum hava eina stóra ábyrgd í so máta. Talan er um fyrimyndir fyri ungar spælarar, og tí eiga vit øll eina stóra ábyrgd í at loysa trupulleikan, sigur Jákup í Stórustovu.