Løgmaður hevur tosað við fiskivinnumyndugleikarnar í ES um fiskivinnumál, sum viðkoma bæði Føroyum og ES. Millum annað var svartkjafturin til viðgerðar.
?Vit tosaðu um, at vit hava ábyrgdina av svartkjaftinum, tí hann ferðast mest í ES- og føroyskum sjógvi, greiðir Anfinn Kallsberg løgmaður, frá. Nú er tað soleiðis, at fleiri lond lata síni skip fiska púra frítt av svartkjatastovninum, og tað halda vit ikki vera rætt, sigur hann.
Tosða varð um, sigur løgmaður, hvussu gerast kann til tess at verja stovnin við at fáa veiðuna undir skipað viðurskifti. Men avtala var kortini eingin gjørd.
Eisini aðrar fiskivinnuspurningar viðgjørdi løgmaður við ES myndugleikar. Umframt handilsspurningar, sum í og fyri seg hoyra fiskivinnuni til.
Talan var millum annað um sonevndu kumuleringsskipinina, sum líkasum hevur staðið parkera eina tíð. Gongd er nú fingin á tað málið aftur.
Tosað varð millum annað við fiskimálaráðið hjá ES um hvussu gerast kann fyri at sleppa undan, aðrir brúka Føroyar til at fáa sín fisk inn á ES marknaðin.
Anfinn Kallsberg, løbmaður, hitti eisini NATO aðalskrivaran, George Robertson, á ferðini í Brüssel.
Teir báðir tosaðu um trygdarpoitisk mál, sum hava við NATO og Føroyar at gera.
NATO hevur ikki gjørt tað stóra burtur úr viðurskiftunum við Føroyar, men nú verður so roynt at fáa eina tilgongd í lag, so okkara áhugamál eisini verða tikin við, sigur løgmaður.
?Vit hava ongar avtalur gjørt við NATO, men vit hava fingið sett fokus á okkara viðurkskifti, sigur hann.
Áðrenn løgmaður fór úr Brüssel í gjár, skuldi hann vitja EFTA húsið, har íslendingar og norðmenn halda til. Har skuldi hann frætta eitt sindur um støðuna hjá londunum, sum standa uttan fyri ES, nú rættilig gongd er í málinum um at víðka ES munandi eystureftir.
Løgmaður hevur á vitjanini í Brüssel eisini hitt finska ES umboðsmannin, sum umsitir viðurskiftini hjá ES við Norðurlond og arktiska økið, har eisini føroysk viðurskifti liggja undir. Eisini hevur løgmaður vitjað í ES Parlamentinum. Áðrenn farið varð at hitta NATO aðalskrivaran, varð vitjað hjá danska NATO sendiharranum í Brüssel.
Løgmaður skuldi væntandi koma aftur til Føroya í gjár.