Tað hevði sømt seg, um politiski myndugleikin ásetti við lóg, at í Føroyum eru tað føroyskir sáttmálar, sum skulu vera minsta áseting á arbeiðsmarknaðinum, um útlendskar fyritøkur ætla sær higar at arbeiða
John Johannessen,
Form. Javnaðarfl. á tingi
Seta vit greiðar reglur fyri, at útlendsk arbeiðsmegi í Føroyum skal lønast eftir føroyskum sáttmálaviðurskiftum, megna vit at sláa tvær flugur í einum. Tá forða vit fyri lønardumping og hægri arbeiðsloysi. Men vit syrgja somuleiðis fyri, at kappingin er á jøvnum støði ímillum føroyskar og útlendskar fyritøkur, ið bjóða uppá arbeiðir í Føroyum.
Spara 6 mió. eftir reyv
Tað hevur verið frammi, at landskassin sparir 6 milliónir krónur, av tí at ein íslendsk fyritøka við lægri lønarútreiðslum enn ein føroysk fyritøka hevur fingið arbeiðið at klæða Landssjúkrahúsið av nýggjum.
Eftir mínum tykki spara vit í hesum føri eftir reyv. Tey, sum tosa um hesa sparingina, gloyma, at ein stórur partur av pengunum høvdu komið inn aftur í landskassan sum skattakrónur, um arbeiðið varð gjørt av føroyskum handverkarum.
Men vit eiga fyri tað ikki at forða fyri, at útlendingar kunnu bjóða upp á arbeiðir í Føroyum. Tað sum er galið í hesum føri er, at vit avlaga føroyska arbeiðsmarknaðin við at lata útlendskar fyritøkur koma inn í landið við øðrum lønartreytum enn hjá okkum sjálvum. Hetta leggur upp til eina lønardumping í føroysku handverkaravinnuni og uttan iva í øðrum vinnum eisini. Hetta skapar eina ójavna kappingarstøðu ímillum føroyskar og útlendskar fyritøkur. Og at enda økir hetta eisini um føroyska arbeiðsloysið.
Seta treytir
Tað er púra vanligt, at lond seta treytir, ið byrgja upp fyri, at slíkt sum hetta kann henda. Eisini um londini hava sáttmálar við hvørt annað um tey fýra frælsini, soleiðis sum Føroyar hava tað við Ísland ígjøgnum Hoyvíkssáttmálan ella Íslandssáttmálan, sum hann eisini verður nevndur.
Føroyar eru eftir øllum at døma einasta Norðurlandið, ið ikki hevur sett treytir á hesum øki. Og nú hetta málið snýr seg um íslendska arbeiðsmegi, er vert at nevna, at júst Ísland er eitt tað landið, ið hevur harðastu treytir hesum viðvíkjandi. Íslendingar hava til dømis lóg um rættindi og skyldur hjá útlendskum fyritøkum úr EFTA, EBS og Føroyum, sum senda arbeiðsfólk til Íslands at virka á teirra arbeiðsmarknaði. Hetta júst tí, at Ísland annars hevur sáttmála við EFTA, EBS og Føroyar um frælsan flutning av arbeiðsmegi.
Nú fíggjarkreppan rakar, hava vit upplivað tað fyrsta dømið um lønardumping og ójavnar kappingartreytir orsakað av geografiskari staðseting hjá eini arbeiðstakarafyritøku. Tað er umráðandi, at vit steðga hesari gongd í føðingini, soleiðis at vit sleppa undan keðiligum avleiðingum í nærmastu framtíð.
Vit eiga at áseta við lóg, at í Føroyum eru tað føroyskir sáttmálar, sum skulu vera minsta áseting á arbeiðsmarknaðinum, um útlendskar fyritøkur ætla sær til Føroya at arbeiða.
Partur av alheimsgerðini
Ímeðan kjakið gongur heitt um føroyska uttanríkispolitikkin og harvið møguligan EFTA ella ES limaskap, so er júst hetta málið ein týdningarmikið liður í neyðugu fyrireikingunum at gerast partur av einum størri arbeiðsmarknaði.
Fáa vit neyðugu arbeiðsmarknaðarlóggávuna upp á pláss, eru vit eisini betri brynjað til avbjóðingarnar, um vit gerast partur av EFTA, og eisini tá vit gera aðrar 2. ættarliðssáttmálar við lond og við felagsskapir av londum.
Vit lurtaðu eftir vinnuni og góvu arbeiðsmegi úr ES londum frítt at koma til Føroya at virka. Hetta var skilagott, hóast vit helst lógu sjóvarfallið av okkum. Nú eiga vit at lurta eftir fakfeløgunum og vinnuni og gera nakað við lønardumpingina, ið serliga íslendingar gjøgnum Íslandssáttmálan eru førir fyri at fremja í Føroyum.
Nú eg nevndi arbeiðsmegina úr ES, er rætt at nevna, at vit júst í teirri lóggávuni settu greiðar minstulønartreytir. Vit ásettu, at útlendska arbeiðsmegin úr ES-londum skuldi liva upp til sáttmálarnar á arbeiðsmarknaðinum her heima. Somu treytir hava vit fyri arbeiðsmegi uttan fyri ES lond.
Tað er onki sum forðar okkum við lóg at áseta treytir fyri arbeiðsmegina hjá fólki, sum koma her við fyritøkum gjøgnum Íslandssáttmálan. Landsstýrið skal bara ráðføra seg við partarnar á arbeiðsmarknaðinum og síðani bera uppskotið niðan í tingið.