Seinasta hálvannaárið hava bilar – smáir og stórir – sett sín týðiliga dám á okkara bygd og bygdalív. Tað er heilt einfalt vorðið vandamiklari at liva í okkara bygd - tey bleytu virðini eru skúgvað til viks.
Leirvíkar Bygdarráð hevur seinasta árið saman við ráðgevum innan býarskipan og ferðslutrygd roynt at gjørt eina góða og trygga loysn á ferðsluni frá Norðoyatunlinum. Ein fortreyt fyri at trívast er nevniliga, at fólk kunnu kenna seg trygg í sínum umhvørvi. Tað er sera umráðandi at tey, sum koyra á landsvegunum, ikki eru til ampa fyri íbúgvararnar. Men íbúgvarnir eiga heldur ikki verða til ampa fyri tey, sum skulu koyra framvið. Niðurstøðan av hesum arbeiði er tann, at skilabest er at gera ein veg oman fyri bygdina, og ikki sum ætlað, beint í gjøgnum bygdina, fram við kirkju, barnagarði og skúla, gjøgnum báthylin, havnalagið og fjøruna, har alt verður slættað við jørðina, fylt upp við gróti og lagt undir asfalt og betong.
Tí hevur bygdarráðið heitt á myndugleikarnir um broyta lógina, og í staðin flyta vegin niðan um bygdina. Tað er at fegnast um, at Sjálvstýrisflokkurin hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at flyta vegin niðan á Brekkur, so sum bygdarráðið heitti á løgtingslimur um at gera. Nú fáa løgtingslimir høvi til at standa við greiðu avtaluna um at fylgja tilmælinum frá bygdarráðnum og sostatt taka undir við uppskotinum um veg uppi á Brekkum. Eg vil undirstrika, at hetta uppskotið ikki hevur øktar útreiðslur við sær.
Við vegnum oman fyri bygdina verður møguleiki fyri einaferð at gera tunnil á hesum strekkinum beinleiðis í Leirvíkstunnilin ella Gøtudal. Hetta er í tráð við ætlanirnar hjá Landsverk, sum longu hevur lagt hald á øki í Fløtugerði til ein møguligan tunnil í framtíðini, og sum tekur undir við tilmælinum um at gera vegin oman fyri bygdina. Sostatt tilmæla báðir myndugleikarnir, sum skuldu tilmæla politikarunum í hesum málinum, fyri fyrstu ferð á somu vegaloysn. Fyrr ella seinni mugu politikararnir síggja veruleikan í eyguni og viðurkenna tilmælini frá pørtunum, sum varða av landsvegum og tí kommunala umhvørvinum. Tá kunnu vit siga, at politikararnir hugsaðu meiri um bleytu virðini og ikki bara um asfalt og betong.
”Dugurin í einum menniskja kann mátast eftir, hvussu langt hann hevur í millum at skilja og at vilja. Tað, eitt menniskja kann skilja, tað má eisini hann kunna noyða seg sjálvan at vilja. Í millum at skilja og at vilja liggja umberingarnar og undanførslurnar.”
Lat okkum ikki bróta niður, men heldur byggja upp, varðveita og fjálga um tey bleytu virðini.











