Vit eiga at fylgja norska leistinum

Tað heldur Johan Dahl, løgtingsmaður Sambandsfloksins

 

Hann heldur, at tað sum landsstýrið er komið við er ein millumloysn í mun til tað, sum tey søgdu fyri valið.

– Nú eiga tey apuna, og hatta er tað, sum tey hava valt. Sambandsflokkurin hevur tikið eina støðu, og teirri støðuni fylgi eg, sigur Johan Dahl.

Vit spyrja Johan Dahl, tí hann var tann einasti av sambandstingfólkunum undan valinum, sum eisini er tingmaður í dag, sum segði, at Føroyar ikki skuldu samráðast við Russland um nýggjan fiskiveiðisáttmála fyri 2023. Tað segði hann, tá Sosialinum 28. oktober í fjør setti øllum tingfólkum tann spurningin.

– Eg haldi, at vit áttu at fylgt norska leistinum. Har sleppa øll skipa at umskipa í trimum útvaldum havnum. Tá onnur lond í ES handla við russiskum fiski, sum um einki var hent, og tá matvørur eru undantiknar revsitiltøkunum hjá ES, so haldi eg, at vit kunnu gera tað sama, sigur Johan Dahl.

 

##med2##

Hann óttast, at russar kunnu seta móttiltøk í verk og kanska siga upp sáttmálan, tí at vit hava sett strangari tiltøk í verk enn ES og Noreg hava, og tað hevði verið ein ólukka, heldur Johan Dahl, og sipar til teir tríggjar nýggju trolararnir, sum eru bygdir til Barentshavið.

– Tá hava teir einki at fiska og mugu seljast.

 

 

Tá Sosialinum 28. oktober í fjør spurdi tingfólk, um landsstýrið skuldi fara undir samráðingar við Russland um nýggja sáttmála fyri 2023, vóru tað bara Johan Dahl og Jaspur Langgaard, sum søgdu nei. Johan Dahl hevur ikki somu støðu í dag.